Hondbóltur

Elias, Jana og Pernille spæla lykladystir í dag

Allir kunnu síggjast á rásum ella á stroymingartænastum. Kiel og Magdeburg hava Bundesliga-brak klokkan 17, meðan hjá teimum á kvinnulandsliðnum snýr tað seg um at spæla seg víðari í Evropa.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal royna at geva Magdeburg høvuðbrýggj í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal royna at geva Magdeburg høvuðbrýggj í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-15 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroyskir landsliðsprofilar spæla ógvuliga týðandi dystir uttanfyri landoddarnar í dag.

Klokkan 12.30 spæla Óli Mittún og GOG bronsudyst móti Sønderjyske í donsku steypakappingini, sum sæst á TV2 og TV2 Play, og klokkan 14 spæla Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson fyri fleiri týðandi stigum í uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku deildin (Team Sydhavsøerne - Odder) 

Sí eisini: GOG tapti greitt í steypahálvfinaluni

Longur suðuri og longur eysturi eru lykladystir í Bundesliguni (Elias Ellefsen á Skipagøtu) og í evropeisku kappingunum (Jana Mittún og Pernille Brandenborg). Hesir kunnu allir síggjast

13.00: Zaglebie - Viborg HK 
European League bólkaspæl, 5. umfar av 6

TV3 Max og Viaplay

Síðsta sunnudag vunnu Jana Mittún og Viborg lykladyst í Rumenia, og tað merkir, at um Viborg fær stig í Póllandi í dag, so er danska liðið víðari til miðumfarið í næstbestu evropeisku kappingini.

Sí støðuna her

[object Object]
Jana Mittún skal helst hava stóran leiklut fyri Viborg aftur í dag - Pernille Brandenborg og Storhamar skulu vinna í Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

15.00: Buducnost - Storhamar 
Champions League bólkaspæl, 13. umfar av 14

Viaplay

Talan er um tvey tey niðastu liðini í bólkinum: Komandi liðið hjá Súnu Krossteig Hansen og núverandi liðið hjá Pernille Brandenborg. Buducnost kann ikki koma víðari, meðan Brandenborg og tær skulu vinna í Montenegro í dag fyri at framhaldandi hava ein møguleika.

17.00: THW Kiel - Magdeburg
Bundesliga, 21. umfar

TV3 Sport og Viaplay

Magdeburg er sterkasta liðið í heimshondbólti í løtuni, men tíðliga í kvøld skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel royna at senda Magdeburg heim við ongum. Kiel er í løtuni á 4. plássi og jagstrar stig í stríðnum um Champions League-stríðnum.

Füchse Berlin og Hákun West av Teigum skulu klokkan 15.30 hava trý stig á heimavølli móti Stuttgart - Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf vunnu í gjár á Wetzlar við føroyinginum í verjuleikluti í løtum.

Sí eisini: Video: Elias og teir avgjørdu í evstu løtu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder