Hondbóltur

Elias kosin sum besti spælari í Bundesliguni fyri september

39,5 prosent av fjepparum, liðformonnum og venjarum hava valt føroyingin, sum skoraði 43 mál í fimm dystum í júst farna mánaða.

43 mál í fimm dystum eru millum flottu tølini hjá Kiel-spælskiparanum fyri september (Mynd: daikin-hbl.de)

43 mál í fimm dystum eru millum flottu tølini hjá Kiel-spælskiparanum fyri september (Mynd: daikin-hbl.de)

2025-10-03 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

23-ára gamli Elias Ellefsen Skipagøtu hevur longu avrikað nógv á sínari hondbóltsleið, og nú hevur hoyvíkingurin skrivað ein part afturat í føroysku hondbóltssøguni. 

Frálíku avrikini hjá føroyska spælskiparanum í Bundesliguni í september høvdu við sær, at hann varð valdur sum tann besti av øllum í deildini fyri seinasta mánaða. Tað er fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnur ein slíkan persónligan heiður í heimsins sterkastu hondbóltsdeild.

Nærum 40 prosent av atkvøðunum

Eftir 43 mál, 8.6 í miðal, 16 upplegg - harav fleiri ógvuliga flott - og hægsta "Handball Performance Index (HP1) talið samanlagt við 90, var eingin ivi: Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi nakað serstakt í september. 

- Um tað var við ótrúligum málum ella gandakendum uppleggum, so bar á Skipagøtu lið hansara gjøgnum September við frálíkum avrikum, skrivar daikin-hbl.de

THW Kiel vann allar sínar fimm dystir í mánaðinum, og nummar 71 hevur stóra ábrgd av perfektu byrjanini hjá oddaliðnum.

Elias á Skipagtu hevur nú fingið viðurkenning fyri hetta. Eftir at atkvøðugreiðslan endaði var greitt, at føroyingurin hevði fingið nakað fleiri atkvøður enn íslendingurin á 2. plássinum. 

Úrslitini - 7 spælarar vórðu tilnevndir:

1. Elias Ellefsen á Skipagøtu (THW Kiel) 39.5 % 
2. Omar Ingi Magnusson (SC Magdeburg) 27.4%
3. Marek Nissen (HC Erlangen)  18.4 %
4. Frederik Bo Andersen (HSV Hamburg) 6.1%
5. Justus Fischer (TSV Hannover-Burgdorf) 3.2%
6. Noah Beyer (Bergischer HC) 3.0 %
7. Andreas Wolff (THW Kiel) 2.4 %

Heimasíðan hjá Bundesliguni skrivar, at atkvøður hjá "fólkinum" - fjepparum - telur fyri 50 prosent, meðan atkvøður frá venjarum og liðformonnum í Bundesliguni telur fyri hin helmingin.

Í atkvøðunum frá áskoðarum var Elias Ellefsen á Skipagøtu stutt frammanfyri Omar Inga Magnussen, meðan føroyska landsliðstjørnan fekk yvir helmingin av atkvøðunum frá venjarum og liðformonnum.

Sí fimm minuttir av hæddarpunktum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu frá september her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder