Hondbóltur

Elias móti Hákuni á TV3 MAX og Viaplay klokkan 17

Stórdystur í Bundesliguni har serliga Füchse Berlin hevur tørv á stigum. Dystur hjá Teis Horn Rasmussen í bestu donsku deildini sæst á TV2 Play klokkan 15.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum við Paula Jacobsen ímillum seg. Hetta var eftir DM-gull á akademinum hjá Skanderborg - í kvøld hittast Hákun og Elias til oddadyst í Bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum við Paula Jacobsen ímillum seg. Hetta var eftir DM-gull á akademinum hjá Skanderborg - í kvøld hittast Hákun og Elias til oddadyst í Bundesliguni

2025-11-15 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Super Samstag". Soleiðis rópa tey tað í Týsklandi, nú topp-fýra liðini hittast í innanhýsis dysti í 12. umfari í Bundeslguni.

17.00: Füchse Berlin - THW Kiel (TV3 MAX/Vaplay)
19.00: SG Flensburg-Handewitt - SC Magdeburg

Tíðirnar eru føroyskar

Magdeburg hevur spælt ein dyst færri enn hini liðni, men er nummar tvey. Kiel og Füchse eru ávikavist eitt og trý stig aftanfyri - og eitt stig fleiri frá Flensburg og oddasessinum - so tað er trýst á at vinna í dag.

Í løtuni snýr tað seg um at í minsta lagi at koma í topp-tvey í Týsklandi fyri at røkka Champions League. Tað gevur eisini fleri fíggjarligar ágóðar.

Sí støðuna her

Füchse Berlin var í Champions League-finaluni síðsta kappingarár og vann týska meistaraheitið, men í øllum rumblinum við venjaraskiftinum tapti liðið hjá Hákuni West av Teigum tríggjar dystir tíðliga í kappingarárinum. Síðani snýr tað seg um at renna aftaná, og tí er ein sigur móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel so týðandi í kvøld. Hákun West av Teigum hevur havt eitt ógvuliga gott kappingarár, og skal høgri vongurin royna at vera tryggur ímóti sterku Kiel-spælarunum.

Sí eisini: Hákun og Füchse hava framvegis fult stigatal í Champions League

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið flúgvandi í Bundesliguni í ár, og bert Mathias Gidsel hjá Berlin hevur skorað fleri mál enn føroyingurin. Nummar 71 verður tí eisini ógvuliga týðandi í týska høvuðsstaðnum í kvøld, tá Kiel fer eftir at koma upp í topp-tvey aftur.

Dysturin sæst á TV3 MAX, sum er ein av rásunum hjá Televarpinum, umframt Viaplay

Klokkan 15 spælir landsliðsliðfelagin hjá Hákuni og Eliasi, Teis Horn Rasmussen, sjónvarpsdyst í Danmark. TV2 og TV2 Play vísir Fredericia - Ribe-Esbjerg. Bæði liðini stríðast fyri at koma upp í topp-átta.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder