
Aftur í ár eru tveir føroyingar í Final Four í næststerkastu evropeisku kappingini.
Í fjør vóru tað Hákun West av Teigum (Fücshe Berlin) og Jóhan á Plógv Hansen (Flensburg-Handewitt). Tey vunnu sína hálvfinalu og hittust dagin eftir í finaluni - har var Flensburg omaná og vann steypið.
Teir hjá Flensburg fegnast um gullið í European League í fjør
Í ár skal Jóhan aftur til Hamburg í sambandi við avgerandi dystirnar í European League. Hesaferð skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu THW Kiel eisini - í fjør vóru teir í Final Four í Champions League.
Sí eisini: Kiel og Flensburg eru sum væntað í hálvfinalunum
Tað hevur allatíðina verið væntað, at týsku risafeløgini fóru at koma langt í kappingini, og eftir hálvfinalulutakastið í gjár er greitt, at tey kunnu hittast í finaluni.
Mynd: EHF
Flensburg-Handewitt skal spæla hálvfinalu móti Melsungen, meðan Kiel skal spæla móti franska Montpellier.
Hesar verða spældar 24. mai í Hamburg - finalan verður dagin eftir. Alt verður spælt í stóru Barclays-høllini í týska býnum.
Hákun West av Teigum skal spæla Final-Four í Champions League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald