Eftir avlýsing í gjár bendir alt á, at dystirnir í Wenzel Nordic Cup í dag verða avgreiddir sum ætlað.
Flogfarð hjá Atlantsflogi úr Aalborg við millum annað hópinum hjá Kiel lendi seinnapartin í Vágum.
Eftir ætlan skuldi liðið við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og hinum í THW Kiel koma úr Billund til Føroya í gjár, men mjørki forðaðu hesum.
Upprunaliga skuldi THW Kiel spæla móti íslendska Vali longu klokan 18, men av tí, at týskararnir blivu so seinir, var avgerð í gjárkvøldið tikin um, at býta dystirnar í dag um. Tað hevur við sær, at H71 og GOG bresta saman klokkan 18 og Valur og THW Kiel spæla klokkan 20.
Dystirnir verða spældir við Tjarnir og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald