Hondbóltur

Elias skein í stórsteypadystinum men brendi avgerandi brotskastið

Elias Ellefsen á Skipagøtu slapp at stjórna nógvum hjá Kiel og varð javnsettur toppskjútti, saman við Gidsel, við átta málum. Hákun West av Teigum skoraði tvær ferðir, og Füchse Berlin vann steypið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu í hopla í løtum í dag. Tað rakk tó ikki á mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu í hopla í løtum í dag. Tað rakk tó ikki á mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-23 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týski stórsteypadysturin varð spældur í München tíðliga í kvøld, og føroyingar á hvør sínum liði vóru á vøllinum so at siga allan dystin.

Hákun West av Teigum gjørdi sítt fyri meistararnar við tveimum málum av høgra vongi - bæði í fyrra hálvleiki. Álopið hjá Füchse Berlin koydi eisini sum smurt fyri steðgin og skoraði heili 19 mál.

[object Object]

Kiel-verjan fekk ikki tálma tí, og okkurt vantaði í álopinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu kom tó inn og tók ábyrgd fyri steypavinnararnar, sum dysturin leið.

Í steðginum var munurin fimm mál, men hesin var skjótt burtur. Hetta átti Elias sín part í: Nøkur góð mál, snild upplegg og setti nummar 71 veruliga ferð í Kiel-spælið í løtum.

Eisini slapp Elias á Skipagøtu at skipa yvirtalsspælið hjá Kiel í løtunum kring steðgin, nakað sum hann annars sjálvdan ger í Týsklandi: Man sá hví 23-ára føroyingurin burdi sloppið framat hesum oftari í svørtum og hvítum.

Toppskjútti men brotskasts-brennivargur

Elias Ellefsen á Skipagøtu endaði sum javnsettur toppskjútti í stórsteypadystinum. Hann og Mathias Gidsel, ið annars varð tamdur í 2. hálvleiki, skoraðu átta mál hvør.

Flott avrik, men tíverri fyri Elias og Kiel misti liðið leiðsluna móti endanum vegna serliga brendar møguleikar, og føroyski spælskiparin endaði dagin á keðiligan hátt.

Tað stóð á jøvnum 33-33, tá 60 minuttir vóru farnir. Harvið skuldi brotskastskapping til, og har tóku málverjarnir yvirskriftirna - millum annað hevði vælspælandi Andy Wolff hjá Kiel eina framúrskarandi bjarging móti Gidsel.

Lasse Ludwig hjá Füchse fekk tó seinasta orðið. Tað var 3-2, tá Elias á Skipagøtu við tí síðsta av teimum tíggju brotskøstunum kundi javnað, men Ludwig las hann.

Hákun og Elias skulu næsta vikuskifti í eldin í 1. umfari í Bundesliguni - ávikavist sunnudag (31/8) og fríggjadag (29/8). Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf spæla allarfyrsta dystin í kappingini mikukvøldið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder