Hondbóltur

EM-atgongumerkini gingu sum heitt breyð

Eftir fáum minuttum vóru fá setur, sum ikki vóru seld ella upptikin. Yvir 3.000 føroyingar hava fyrrapartin tryggjað sær pláss í Unity leikhøllini.

Føroyingar í Berlin í januar 2024. Heilt nógv vilja uppliva nakað líknandi í januar 2026 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyingar í Berlin í januar 2024. Heilt nógv vilja uppliva nakað líknandi í januar 2026 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-21 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey, sum ikki keypa gjøgnum ferðaskrivstovu, skuldu sita til reiðar klokkan 10 føroyska tíð fyri at tryggja sær pláss í stóru føroysku bólkunum í Unity leikhøllini.

Hetta var veruliga neyðugt, tí á skipanini hjá eventim.no sást longu heilt fáar minuttir eftir klokkan 10, at hetta var knapt: Føroyski áhugin fyri EM-endaspælinum í januar 2026 er risastórur - tað vóru umleið 3.000 atgongumerki sett til sølu har í dag. 

Sum klokkan gekk ímóti 10.30 sást á sosialu miðlunum, at fólk stríddust fyri at fáa pláss. Summi stóðu til at vera tøk men vóru ikki tøk kortini, tá man so fór inn á at keypa. Fleiri áhugaðir føroyingar hava í løtuni ikki atgongumerki til teir tríggjar bólkaspælsdystirnar.

Hetta er sjálvandi ógvuliga keðiligt, og sum heild er tað eisini ein sannroynd, at eisini stóra høllin í Oslo-økinum er heldur lítil.

Sí eisini: Við Tjarnir er longu alt ov lítil til manslandsliðið

Ella sagt á ein annan hátt: Hóast føroyingar fáa ein stóran prosentpart av atgongumerkjunum til dystirnar, umleið 4.800 av 8.500, so er verður tað ikki helst ikki nóg mikið til eftirspurningin. HSF fær møguliga - og vónandi - fleiri atgongumerki í heyst at selja.

Annars riggaði norska skipanin rímiliga væl. Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum var óvirkin einca løtu, tí so nógv fóru inn at heinta kotuna, sum man skuldi nýta fyri at fáa keypt atgongumerki. Hon var tó allatíðina tøk á Faebook-síðu Hondbóltssambandsins.

62N og Eventz settu sína pakkaferð til sølu klokkan 10, og tað sama gjørdi Smyril Line. Atlantic Airways skuldi eisini seta sínar 24 t/r flogferðir til sølu tá, men tekniskir trupulleikar gjørdu um seg. Atlantic boðar frá, tá sølan byrjar.

Sí eisini: Atlantic fær ikki selt atgongumerki til Oslo í løtuni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder