Fyri viku síðani var lutakast til EM-endaspælið í desember. Tað háttaði seg so, at føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla í Póllandi; móti vertunum, móti Fraklandi og móti Ukraina.
Sí eisini: Annika um EM-lutakastið: - Her liggja avgjørt møguleikar
Evropeiska hondbóltssamgongan hevur skipað soleiðis fyri, at liðini sum í styrkismetingini vóru í potti 2 og potti 3, hittast í triðja og seinasta umfari í bólkaspælinum.
Tvey lið koma víðari til meginumfarið. Harvið kann gerast talan um "finalu um víðari luttøku" 9. desember, tá Føroyar skulu royna seg móti pólsku vertunum í stóru Spodek-høllini.
Hesin dysturin verður tíðliga mikukvøldið, meðan hinir báðir hjá føroysku kvinnum vera 19.30 føroyska tíð - fyrst sum favorittar móti Ukraina og síðani móti stóru bólkafavorittunum úr Fraklandi.
Dystarskráin í bólki E
Leygardagin 5. desember:
17.00: Pólland - Frakland
19.30: Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember:
17.00: Pólland - Ukraina
19.30: Føroyar - Frakland
Mikudagin 9. desember:
17.00: Pólland - Føroyar
19.30: Ukraina - Frakland
Tvey lið koma víðari til miðumfarið
Spælt verður í pólska býnum Katowice, har føroysku U21-menninir spældu HM-endaspæl, og vunnu bronsu, síðsta summar.
Hondbóltssamband Føroya, Atlantic Airways og ferðasíður hava í dag boðað frá, at skipað verður flogferð til Póllands 3. desember, og at pakkatúrar verða gjørdir til triðja endaspælið á rað hjá føroysku kvinnunum. Hetta, eins og sjálvi EM-atgongumerkini, verða setta til sølu mánadagin 4. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald