- Vit hava áður havt fleiri, men í fjør var støðan millum annað tann, at Annika Fríðheim Petersen stutt frammanundan hevði átt barn, so vit høvdu tríggjar málverjar. Vit hava 16 frískar spælarar tøkar og halda tað er umráðandi, at nógvar spæla nógv - og so vera tað sjálvandi summar sum skulu taka størri ábyrgd og aðrar, sum eisini skulu við fyri at læra meira.
Soleiðis greiddi landsliðsvenjarin hjá hondbóltskvinnunum frá, tá FM1 í gjár byrjaði við at spyrja hann um, hví hópurin telur 16 spælarar heldur enn 18, sum tað var til seinasta endaspæl.
Claus Mogensen og toymi hava tikið hesar spælarar út til EM-endaspælið, sum verður í desember:
EM-hópurin:
Málverjar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)
Bakkar
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN) *
Ró Reginsdóttir, Neistin *
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN) - í størstan mun við sum verjuspælari
Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL) *
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN) *
Strikur
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL) *
* Við til endaspæl á fyrsta sinni
Les eisini: Fimm uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-endaspæl
Leiksskráin hjá Føroyum í Katowice sær soleiðis út:
Leygardagin 5. des. kl. 19.30 Føroyar – Ukraina
Mánadagain 7. des. kl. 19.30 Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. des kl. 17.00 Føroyar – Pólland
Vónin og væntanin er, at man kann spæla ein avgerandi dyst móti vertunum í seinasta umfarinum í bólkaspælinum
Í mun til raðfestingar, so vísti Claus Mogensen á, at hann vektar skjótt spæl, samanspæl og at øll plássini í verjuni "eru væl dekkaði inn".
Har kann Christina Turiðardóttir Arge, ein av nýggju vongspælarunum, gera mun við at dekka á bakkinum. Og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, sum higartil bert hevur spælt vinstri vongur á landsliðmnum, er við sum bakkur fyrst og fremst hesaferð.
- Anna Elisabeth spælir jú bakkur dagliga í H71 og hevur víst sínar dygdir har. Millum annað við nevndu ferðini - skjótar føtur og fintusterk. Hesar dygdir vilja vit gjarna eisini síggja í verki á landsliðnum í bakketuni. Og so er hon eisini ein møguleiki á vonginum.
![]()
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe undir HM-endaspælinum í Týsklandi, har nú 21-ára gamla hoyvíkskvinnan spældi sum vongur (Mynd: Sverri Egholm)
Blaðunga Ró Reginsdóttir, sum eisini spælir í heimligu kappingini, og Fríða Nolsøe Olsen, sum nú er í triðbestu donsku deildini leggjast afturat royndum endaspælsspælarunum Janu Mittún, Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Maritu Mortensen.
Hetta merkir millum annað, at pláss ikki var fyri Silju Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgalíð Joensen, sum báðar vóru við í venjingardystunum í Eysturríki har serliga fyrrnevnda vísti seg væl fram. Silja spælir við einum av fremstu liðunum í næstbestu donsku deildini, saman við Zachariasen-tvíburðunum. Umframt hesar hevur Inga Maria Roysdóttir, sum av álvara ger bart í Íslandi, verið uppi og vent.
- Tær tríggjar eru allar spælarar, sum vit púra víst trúgva uppá til framtíðina, vísti venjarin á, tá vit spyrja ítøkiliga um hesar.
Dagført: 20.06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald