Hondbóltur

EM-kvøld á FM1 og Portalinum: Soleiðis kunnu tit fylgja við

FM1 sendir upptakt við Tjarnir frá klokkan 18 og síðani frá Føroyar - Portugal klokkan 19. Á Portalinum eru live-bloggur, myndir og aftaná hoyrast samrøður á báðum pallunum.

Føroysku kvinnurnar leggja nú seinastu hond á fyrireikingarnar til lykladystin við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar leggja nú seinastu hond á fyrireikingarnar til lykladystin við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-04 07:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani væleydnaða HM-endaspælið í november-desember skal føroyska kvinnulandsliðið í eldin. Hetta við Tjarnir, har Portugal vitjar.

Talan er um týðandi dyst í 3. umfari í EM-undankappingini. 

EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
19.00: Føroyar  - Portugal

(Ísland tekur imóti Montenegro í Hafnarfirði klokkan 18)

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 0 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari.

Vinnarin í kvøld kemur í so mikið góða støðu, at tað skal nógv til at missa takið aftur.

Myndir: Til reiðar til hørðu tøkini við Tjarnir

Lív: Kenni meg sjálvandi ikki ótrygga við at standa undir liðuni á Vár

FM1 og Portalurin við fullum útblástri við Tjarnir

Vit gera nógv burturúr undankappingardystinum. 

- Undansending verður á FM1 frá klokkan 18, har Pætur Nolsøe, Teitur Joensen og onkur gestur hita upp. Klokkan 19 verður beinleiðis frásøgn

- Klokkan 17 byrjar beinleiðis bloggur á Portalinum við myndum og dagføringum úr stórhøllini við Tjarnir. Hann endar ikki fyrr enn nakað eftir dystarlok

- Tá taka vit samanum - millum annað við samrøðum á báðum pallum

- Livescore er eisini ovast á Portalinum

[object Object]
Pætur Nolsøe (t.v.) og Teitur Joensen (t.h), her við Tórmóði Petursson Djurhuus ímillum sín til steypafinalurnar, fara at leiða lurtaran gjøgnum kvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Fylgið við á FM1 og Portalinum í kvøld - tín hondbóltsmiðil

Sí eisini: Pernille og Súna: Størstu løturnar eru á landsliðnum




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder