Hondbóltur

EM: Soleiðis spæla ungdómslandsliðini hjá Føroyum í Serbia og Rumenia

Talan er um fyrstu altjóða skrásettu dystirnar hjá U18-árganginum og er tískil ilt at meta um mótstøðuliðini. Hjá U21 hava Serbia og Sveis staðið seg eitt sindur betri enn Føroyar til undanfarin endaspøl.

2026-02-24 15:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum hava verið í dag.

U18-landsliðið var í øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi, meðan U20-landsliðið, sum var í triðja styrkislagi, kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.

[object Object]

[object Object]

Talan er um fyrstu altjóða skrásettu dystirnar hjá U18-árganginum og er tískil ilt at meta um mótstøðuliðini hjá U18.

U20-menninir komu í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi. Serbia gjørdist nummar 6 í U18 EM-endaspælinum og nummar 10 í U19 HM-endaspælinum. Sveis gjørdist nummar 11 í bæði U18 EM-endaspælinum og í U19 HM-endaspælinum. Turkaland vann seg hvørki til U18 EM-endaspælið ella U19-HM-endaspælið.

Føroyar gjørdust nr. 15 í U18 EM-endaspælinum og nr. 19 í U19 HM-endaspælinum. U20 EM-endaspælið verður leikt í býunum Cluj og Turda í Rumenia í døgunum 8. – 19. juli.


EHF EURO – U18 menn
Beograd, Serbia, 29. juli -9. august 2026

Bólkur A: Svøríki, Slovenia, Frakland, Norðurmakedonia
Bólkur B: Týskland, Serbia, Italia, Turkaland
Bólkur C: Portugal, Kroatia, Kekkia, Ísrael
Bólkur D: Ungarn, Ísland, Sveis, Montenegro
Bólkur E: Danmark, Noreg, Slovakia, Pólland
Bólkur F: Spania, Føroyar, Eysturríki, Finnland

EHF EURO – U20 menn
Cluj/Turda, Rumenia 8.-19. juli 2026

Bólkur A: Týskland, Portugal, Frakland, Grikkaland
Bólkur B: Serbia, Sveis, Føroyar, Turkaland
Bólkur C: Ísland, Spania, Eysturríki, Lettland
Bólkur D: Danmark, Noreg, Kroatia, Norðurmakedonia
Bólkur E: Svøríki, Rumenia, Ísrael, Bosnia Hersegovina
Bólkur F: Ungarn, Slovenia, Kekkia, Pólland

Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder