Hondbóltur

EM-undankapping: Føroysku menninir komu í heldur køvisligan bólk

Hóast stórsigur móti júst Montenegro í EM-endaspælinum, var talan um á pappírinum sterkasta liðið í pottinum beint undir okkum. Leiðin gongur eisini til Ungarn og Kosovo, tá spælast skal um nýtt EM-pláss.

Óli Mittún og hinir jarðaðu Montenegro í EM-endaspælinum í januar. Talan kann tó serliga gerast um heilt øðrvísi útidysti í næstu undankapping (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún og hinir jarðaðu Montenegro í EM-endaspælinum í januar. Talan kann tó serliga gerast um heilt øðrvísi útidysti í næstu undankapping (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-27 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal í mai royna at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Til tess krevst samanlagdur sigur móti Bosnia&Hersegovina.

Í heyst og næsta vár snýr tað seg um at spæla seg til EM-endaspælið 2028, og hóskvøldið, mitt í øllum valmeldrinum, gjørdist greitt, hvørjum Føroyar møta í undankappingini.

Ungarn, Kosovo og Montenegro vera mótsstøðuliðini. Talan er um ein toluligan bólk, men hóast stórsigur móti júst Montenegro í EM-endaspælinum, var talan um á pappírinum sterkasta liðið í pottinum beint undir okkum.

Føroyar vóru aftur í næstovasta styrkisbólki av fýra. Ungarn var als ikki so galið úr potti eitt, men liðið er á veg fram. Eins og í Montenegro, verður talan um tungan útidyst á ymsan hátt.

Tað vóru eisini frægari møguleikar enn Kosovo úr niðasta styrkislagi. Liðini vóru í bólki saman í seinastu EM-undnakapping. Tá vunnu Føroyar báðar dystirnar.

Sí niaðnfyri hvat Hondbóltssamband Føroya skrivar um bólkabýtið.[object Object]
Vunnu eftir tógvið stríð við tveimum í Kosovo og tryggjaðu EM-plássið. Hetta var í mai í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

--------------------------------

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 4 saman við Ungarn, Montenegro og Kosovo til undankappingina til EM 2028.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Kroatia, Niðurlond, Litava, Finnland
Bólkur 2: Noreg, Eysturríki, Georgia, Turkaland
Bólkur 3: Ísland, Serbia, Ukraina, Estland
Bólkur 4: Ungarn, Føroyar, Montenegro, Kosovo
Bólkur 5: Slovenia, Kekkia, Bosnia-Hersegovina, Ísrael
Bólkur 6: Frakland, Pólland, Rumenia, Lettland
Bólkur 7: Týskland, Italia, Belgia, Slovakia
Bólkur 8: Svøríki, Norðurmakedonia, Grikkaland, Luksemborg

Føroyar hava ongantíð møtt Ungarn áður, og gjørdust teir 10 í brátt farna EM-endaspæli.

Føroyar hava møtt Montenegro tríggjar ferðir. Í EM-undankappingini til EM í 2020 spældu Føroyar javnleik, 24-24, á útivølli og taptu, 24-21, á heimavølli. Føroyar vunnu greitt móti Montenegro í EM-endaspælinum í januar 2026 í Oslo, 37-24 síðani 2018.

Føroyar hava møtt Kosovo fimm ferðir og vunnið hvørja ferð. Í 2015 vunnu Føroyar 36-30 í Emerging Nations kappingini í innleiðandi bólkaspælinum og møttu teimum aftur í hálvfinaluni, og tá vunnu Føroyar 31-23. Í 2017 møttust Føroyar og Kosovo aftur í Emerging Nations hálvfinaluni, ið tá var leikt í Bulgaria. Føroyar vunnu dystin 33-30. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Kosovo til seinast EM-undankappingina og tá vunnu Føroyar 32-21 á heimavølli og 25-23 á útivølli.

Fyrsti dystur í kappingini verður á heimavølli móti Kosovo mikudagin 4. november.

EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar 13. januar og 30. januar í 2028 verður leikt í 4 býum. Lissabon, Valencia, Madrid og Zürich. Miðumførini vera í Valencia og Madrid.

Sí eisini: Menninir skulu møguliga spæla í Lissabon

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder