
Føroyska byrjunaruppstillingin varð kunngjørd fyrr í dag:
(4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson
Tann svenska kom fyri løtu síðani. Størsta søgan er, at Emil Forsberg úr RB Leipzig ikki byrjar inn. Hetta gittu svensku tíðindafólkini fyrr í dag. Orsøkin sigst at vera at hann verður spardur til dystin móti Norra, tí hann hevur drigist við ein skaða, og graslíki kann gera hetta verri.
19-ára gamli stórtalentið Alexander Isak úr Borussia Dortmund byrjar inni í álopinum.
Svøríki (4-4-2): Robin Olsen - Mikael Lustig, Victor Nilsson Lindelöf, Andreas Granqvist (L), Pierre Bengtsson - Sebastian Larsson, Kristoffer Olsson, Albin Ekdal, Robin Quaison - Alexander Isak, Marcus Berg
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald