Hondbóltur

Enda móti Eysturríki sunnudagin klokkan 12.30

Føroyingar vunnu, tá liðini eisini spældu síðsta dystin í U18 EM í 2024. Portalurin vísir dystin um 11. plássið ókeypis frá klokkan 12.30, og frásøgn hoyrist á FM1.

Rúnar Hammer og hinir skulu royna seg móti Eysturríki í stríðnum um 11. plássið (Mynd: FRH)

Rúnar Hammer og hinir skulu royna seg móti Eysturríki í stríðnum um 11. plássið (Mynd: FRH)

2026-07-18 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir sjey dystir uppá tíggju dagar, fyrireika føroysku U20-menninir nú til seinastu uppgávuna í Rumenia.

Hon verður móti Eysturríki sunnudagin klokkan 12.30 føroyska tíð. 

Portalurin stroymir ókeypis frá klokkan 12.15 - á forsíðuni á portal.fo og kann hoyrast á FM1. Hallur Danielsen verður viðmerkjari

Sí eisini: Video: Lýðar og teir snýta norðmenn

Har eru nøkur styrkisstig at spæla um og 11. plássið í kappingini, har 24 lið eru við. Í 2024 endaðu Føroyar nummar 18 í EM, teir sum seinni vunnu HM-bronsu, og í 2022 endaðu 02- og 03-árgangirnir á 10. plássi.

Føroyar og Eysturríki spældu eisini seinasta dystin, tá árgangirnir vóru til U18 EM-endaspæl fyri tveimum árum síðani. Tá tryggjaðu Føroyar sær atgongd til U19 HM við at vinna 26-24.

Dómaraseðilin frá tí dystinum sæst her - hjá Føroyum er talan um so at siga sama hóp nú sum tá. Tvær broytingar eru

Føroyingar endaðu nummar 15 tá og Eysturríki nummar 16 - tó vísti tað seg seinni, at Eysturíkki fekk eyka møguleika og kom til EM. Sunnudagin seta árgangirnir hjá londunum punktum fyri hesum endaspælinum, og til ber at hyggja hjá okkum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder