31-ára gamla Sara Lindskov verður skýrd sum "grønlendska drotningin" í badminton.
Hon basti eisini sterku Sannu Thorkildshøj í finaluni í liðkappingini í vikuni og Miriam í Grótinum í hálvfinalunum á Oyggjaleikunum í 2023.
Men hesaferð skuldi tað vera øðrvísi: Hesaferð skuldi ein føroyingur á sannførandi hátt sigra á Saru Lindskov.
Hetta tyktiskt í øllum førum vera hugburðurin hjá Miriam í Grótinum í dag, tá hon so at siga hølvaði grøndlensku mótstøðuna av í einstaklingafinaluni.
Tað var meira javnt í setti eitt enn tvey, men Miriam, ið er tíggju ár yngri, fekk Saru at renna og jagstra, samstundis sum sløg Miriams vóru sannførandi.
![]()
Miriam kann fegnast saman við fjepparum úr Føroyum eftir flotta finalusigurin (Skíggjamynd)
Í 2. setti var munurin heili níggju stig, og harvið vunnu Føroyar gull í báðum einstaklinga-finalunum. Rúni Øster sigraði eisini á grønlendskari mótstøðu fyrrapartin.
Sí eisini: Rúni Øster vann gullið eftir gysara
Oyggjaleika-finalan fyri einstaklingar, kvinnur
Miriam í Grótinum (Føroyar) - Sara Lindskov (Grønland) 2-0
21-15, 21-15
Um eina løtu fara Rúni, Miriam og hini eftir fleiri gullheiðursmerkjum: Finalurnar í tvímansleiki vera eftir døgurða. Fyrst eru tað Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen í tvímansleiki hjá monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald