Annað

Enn eitt føroyskt silvur og evropeskt met í Bangkok

Oddvá Sedea Nattestad betraði um sína flottu tíð í 100 metrar bringu við fýra sekundum. Tað var ikki nóg mikið at basa Kate Wallington úr Avstralia, ið tók heimsmetið.

Oddvá Sedea Nattestad hevur fingið handað fleiri heiðursmerki til HM (Skíggjamynd: Youtube)

Oddvá Sedea Nattestad hevur fingið handað fleiri heiðursmerki til HM (Skíggjamynd: Youtube)

2025-08-26 11:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddvá Sedea D. Nattestad gjørdi aftur bart á triðja kappingardegnum í Virtus HM í svimjing í Teilandi.

Sunnudagin vann 19-ára gamla havnarkvinnan silvur og setti evropeiskt met í 50 metrar bringu.

Les meira: Oddvá Sedea Nattestad HM-silvur og evropeiskt met

Fyri løtu síðani gjørdi hon tað aftur - í 100 metrar bringu.

Tað eru ikki so nógvar kappingar í flokki II3 innan svimjing í Parasport, men Oddvá hevur longu gjørt vart við seg har, og hon átti í roynd og veru heimsmetið í 100 metra bringu undan dagsins kapping.

Hetta metið var 1.28.47. og varð sett fyrr í ár. Oddvá Sedea tók tað sjálv í dag: Hon betraði um egna met og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 1.24.52.

Hetta rakk til silvur. Kate Wallington úr Avstralia svam ógvuliga væl og endaði nummar eitt við tíðini ein minutt og 20 sekund og nýggjum heimsmeti í flokki II3 á teininum.

Føroyski svimjarin kappast eisini í morgin og fríggjadagin 29. august í Bangkok. 

[object Object]
Oddvá Sedea D. Nattestad (Mynd: Parasport Føroyar)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder