Fótbóltur

Gunnar og Hanus skoraðu stutt áðrenn úttøkuna

Gunnar Vatnhamar javnaði í yvirtíðini - í føroyingauppgerð móti Vendsyssel - meðan Hanus Sørensen skoraði í stórsigri í Slovenia. Til ber at síggja málini hjá landsliðsprofilunum her.

Gunnar Vatnhamar og Hanus Sørensen høvdu sítt at fegnast um síðsta vikuskifti - eins og ímóti Montenegro í fjør. Vónandi verður tað eisini so móti Slovakia og Montenegro seinni í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar og Hanus Sørensen høvdu sítt at fegnast um síðsta vikuskifti - eins og ímóti Montenegro í fjør. Vónandi verður tað eisini so móti Slovakia og Montenegro seinni í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-02 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir av føstu A-landsliðsspælarunum, sum sjálvandi vóru á listanum hjá Eyðuni Klakstein fyrr í dag, hava skorað fyri síni feløg í vikuskiftinum.

Hanus Sørensen spælir fast fyri NK Aluminij, sum liggur á 7. plássi av teimum 10 í bestu slovensku deildini. Leygardagin vann liðið hjá hoyvíkinginum 5-0 á botnliðnum Radomlje. 

Føroyingurin, sum spældi fullan dyst sum høgri vongbakkur, skoraði til 2-0. Hetta eftir at Hanus Sørensen royndi seg tvær ferðir. Kviki og orkuríki spælarin, sum man fara at vera at síggja á vonginum fyri Føroyar seinni í mánaðinum, kemur javnan til málmøguleikar

Sí hæddarpunktini frá stórsigrinum hjá Aluminij niðanfyri - málið hjá Hanusi Sørensen (nummar 80) sæst eftir 2.52:

Gunnar Vatnhamar er vanliga í miðverjuni, men royndi leirvíkingurin er krútsterkur og kann vera ein hóttan í mótstøðubrotsteignum.

Tá Veljle tørvaði eitt mál í føroyingauppgerðini í Vendsyssel sunnudagin, varð Gunnar Vatnhamar sendir fram. Og í 91. minutti kastaði miðverjin seg fram, og kom fram um fyrrverandi liðfelagan Ari Olsen. 

Sí hæddarpunkt frá Vendsyssel - Velje á viaplaysportnews.dk. Málið hjá Gunnari Vatnhamar sæst móti endanum

Harvið varðveitir Vejle 2. plássið í næstbestu donsku deildini. Hetta er eitt uppflytingarpláss.

Uppflytararnir úr triðbestu deildini, Vendsyssel, eru eitt stig omanfyri strikuna í hinum endanum. Árni Nóa Atlason og Ari Olsen spældu báðir 90 minuttir móti Vejle. Síðstnevndi varð í dag úttikin til A-landsliðið.

Sí eisini: Ari Olsen á fyrsta sinni á A-landsliðnum til kappingardystir - hópin og annað

Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder