Fótbóltur

Ensku liðini vunnu á útivølli

Heldur ikki í kvøld var nakað stórvegis óvænta úrslit í Champions League.

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2019-10-23 22:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átta dystir vóru á skránni í Champions League bólkaspælinum í kvøld, talan var um dystir í bólkunum E til H.

Chelsea vann ein truplan útidyst, tá teir vitjaði Ajax í Amsterdam. Dysturin endaði 0-1 til gestirnar. Einsamalla málið í dystinum kom fýra minuttir fyri tíð, tá Michy Batshuayi skoraði.

Í Belgia tók Genk ímóti vinnaranum frá seinasta kappingarár Liverpool. Liverpool vann ein greiðan 1-4 sigur. Alex Oxlade-Chamberlain skoraði tey bæði fyrstu málini fyri Liverpool, meðan Sadio Mane skeyt tað triðja. Mohamed Salah skoraði til 0-4, áðrenn Stephen Odey minkaði um munin til endaliga úrsliti 1-4.

Tann á pappírinum mest spennandi dysturin var í Milano, har Inter tók ímóti Dortmund. Inter vann dystin 2-0 við málum frá Lautaro Martinez og Antonio Candreva.

Bólkur E

Genk – Liverpool 1-4

Salzburg – Napoli 2-3

Napoli 7
Liverpool 6
Salzburg 3
Genk 1

Bólkur F

Inter – Dortmund 2-0

Slavia Prag – FC Barcelona 1-2

Barcelona 7
Inter 4
Dortmund 4
Slavia Prag 1

Bólkur G

RB Leipzig – Zenit 2-1

Benfica – Lyon 2-1

RB Leipzig 6
Zenit 4
Lyon 4
Benfica 3

Bólkur H

Ajax – Chelsea 0-1

Lille – Valencia 1-1

Ajax 6
Chelsea 6
Valencia 4
Lille 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder