Fótbóltur

Eriksen úti í umleið tríggjar mánaðir

Danski miðvallarin fekk eina harða takkling frá Andy Carroll í FA Cup-dystinum leygarkvøldið og meiddi sær økulin. Erik ten Hag sigur tó, at United helst ikki fer eftir nýggjum miðvallara í dag - týskir og bretskir miðlar skriva nakað annað nú.

2023-01-31 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester United vann leygarkvøldið 3-1 á Reading í 4. umfarið í FA Cup, har brasliansku miðvallararnir Casemiro (2) og Fred skoraðu málini. Kvøldið hjá gjørdist tó als ikki so gott hjá Christian Eriksen, ið fór av Old Trafford á høkjum.

Hetta var eftir ófantaliga takkling, sum danin fekk frá Andy Carroll tíðliga í seinna hálvleiki. Eriksen noyddist av vølli, og nú er greitt, at hann hevur fingið ein umfatandi skaða í økilin. Manchester United hevur í dag kunngjørt, at talan helst er um skaða, ið heldur 30-ára gamla miðvallaranum úti til síðst í apríl ella fyrst í mai.

- Fráveran av 30-ára gamla miðvallaranum er eitt stórt vónbrot hjá venjaranum og áskoðarunum, orsakað av støðufesti hansara í avrikinum í hesum kappingarárinum. Tað er tó vón fyri, at Christian kann spæla ein leiklut í seinata partinum av kappingarárinum

Christian Eriksen hevur lagt upp til sjey mál og skorað eitt í 19 Premier League-dystum (beint undir 2.000 minutum) Tekniskt dugnaligi og skilagóði danin hevur sum heild havt stóran týdning fyri spælið hjá United undir ten Hag. 

Nú skal liðið stríðast um Champions League-pláss, í Evropa League og í ensku steypakappingunum uttan Eriksen. Hetta kann gerast ein stórur smeitur, og á tíðindafundi á middegi - í samband við seinnu Carabao Cup-hálvfinaluna móti Nottingham Forrest í morgin - staðfesti ten Hag, at hetta sjálvsagt verður ein missur, men at hetta skal handfarast, og at spælarar í hópinum kunddu fylla holið á ymsan hátt.

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United varð spurdur, um liðið fer eftir einum nýggjum miðvallara áðrenn midnátt, tá flytingarvindeygað letur aftur. Hálendski venjarin segði, at tað fór at vera ógvuliga trupult at fáa í lag við so stuttum skotbrái, og at ætlanir jú ikki verða lagdar eftir álvarsomum skaðum.

Tað gekk tó bert ein lítil løta, áðrenn týska Bils setti Marcel Sabitzer hjá Bayern 
München í samband við United. 28-ára gamli miðvallarin hevur spælt 15 dystir í Bundesliguna, men hevur ikki verið fastir í byrjanaruppstillingini. Sambært Sky Sports og øðrum bretskum miðlum kann ein leigusáttmáli við miðvallaran úr Eysturríki koma uppá pláss í næstu tímunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder