Kappróður

Erla Kongsdóttir setti alt upp á pláss

Aftur í dag nógv bestar.

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2020-07-28 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ongantíð nakar ivi um at fuglfjarðardamurnar á Erlu Kongsdóttir fóru at vinna. Tær høvdu longu tryggjað sær FM-heitið, so nú skuldi prikkurin yvir i’ið setast.

Og tað eydnaðist eisini at seta prikkin, og Erla Kongsdóttir vant burturúr hinum og vann við trimum bátslongdum.

Erla Kongsdóttir hevur vunnið allar róðrarnar í ár.

Tíðirnar á ólavsøku

  Bátur Tíð Munur Stig
1 Erla Kongsdóttir (ÍF) 05:07.44   7  
2 Blikur (AR) 05:14.38 +06.44 6  
3 Tjaldrið (NSÍ) 05:16.05 +08.11 5  
4 Heykur (HVR) 05:18.27 +10.33 4  
5 Sílið (HR) 05:22.43 +14.49 3  
6 Silja (ÍF) 05:24.29 +16.35 2  
7 Spógvin (NSÍ) 05:27.00 +19.06 1  
8 Ørnin (SÍF) 05:27.30 +19.36 0  
9 Falkur (HVR) 05:30.40 +22.46 0  
10 Junkarin (KSR) 05:32.26 +24.32 0  
11 Teistin (AR) 05:42.36 +34.42 0

 

FM-støðan

  Bátur Stig Kort
1 Erla Kongsdóttir (ÍF) 49    
2 Blikur (AR) 39   1
3 Heykur (HVR) 36   1
4 Falkur (HVR) 21   1
5 Spógvin (NSÍ) 14    
6 Junkarin (KSR) 12    
7 Tjaldrið (NSÍ) 8    
8 Sílið (HR) 7    
9 Báran (HSR) 6    
10 Silja (ÍF) 2    
11 Ørnin (SÍF) 2    
12 Teistin (AR) 0  

Úrslit: Stavnur.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder