Fótbóltur

Europa League: Sevilla sigraði í sínari kapping

Fyri sjeyndu ferð samanlagt, og fyri fimtu ferð upp á tíggju ár, kundi spanska felagið lyfta steypið. Brotssparkskapping skuldi til móti Roma í Budapest.

Sevilla hevur ikki havt eitt gott kappingarár í La Liga, har liðið endaði í niðaru hálvu - men Europa League megnaði teir at vinna (Mynd: EPA)

Sevilla hevur ikki havt eitt gott kappingarár í La Liga, har liðið endaði í niðaru hálvu - men Europa League megnaði teir at vinna (Mynd: EPA)

2023-06-01 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League og Real Madrid hanga óloysiliga saman. Aftur í hesari øldini hevur spanska høvuðsstaðarfelagið sitið á kappingini, tó at liðið í ár gjørdist ov stutt í hálvfinaluni.

Í Europa League er tað eisini eitt spanskt felag, sum er á trónuni. Talan er um felagið úr høvuðsstaðnum úr Andalusia, sum vann kappingina, tá hon bar heitið UEFA Cup í 2006 og 2007, og sum nú hevur vunnið Europea League fimm ferðir síðani 2014.

Sjeynda gullið í kappingini samanlagt kom í hús eftir dramatiska finalu í Ungarn í gjár. Spælt varð til eftir midnátt lokala tíð á Puskas Arena, tí tað stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Tað gjørdi tað eisini eftir longda leiktíð, og tí varð neyðugt við brotsspørkum. 

Tað var AS Roma, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki, ið annars ikki innihelt nógvar málmøguleikar. Pablo Dybala skoraði tíggju minuttir fyri hálvleik, og so var lagt upp til, at italska liðið hjá José Mourinho skuldi verja tað heim.

[object Object]
Pablo Dybala legði Roma á odda, men argentinin noyddist at ganga framvið snøgga steypinum eftir brotssparkskapping 

[object Object]
José Mourinho var skjótur eftir silvurheiðursmerkinum, kastaði tað síðani til Roma áskoðarar, og segði síðani við miðlarnnar at hann var ónøgdur við millum annað dømingina, og at hann allarhelst ikki heldur fram í Roma. Tað sigst, at portugisiski venjarin, ið fekk gult kort undir dystinum, bíðaði eftir dómaranum Anthony Taylor og toymi á parkeringsøkinum (Mynd: EPA)

Sevilla legði tó út sum eitt óløgi eftir steðgin, og eftir tíggju minuttir var 1-1 eftir sjálvmál. Meira lív var nú komið í dystin, men tað eydnaðist ikki at avgera. Tað var tó nógv drama, ein rúgva av gulum kortum og nógvir spælsteðgir.

Í brotssparkskappingini tyktiskt Sevilla at hava sálarliga fyrimunin. Spanska liðið hevði eisini betri skjúttar, og spælarar sum hava verið í líknandi støðum fyrr, umframt Bono í málinum. Hann var avgerandi fyri Marokko í brotsparkskapping í HM-endaspælinum móti júst Spania. Bono tók tvey skot hjá Roma, meðan Sevilla, ið byrjaði brotssparkskappingina, skoraði uppá øll fýra. Tað var Gabriel Montiel, sum skeyt avgerandi skoti. Tað gjørdi hann eisini fyri Argentina í HM-finaluni í desember.

[object Object]
Gabriel Montiel, ið skoraði síðsta brotssparkið, og Bono, sum var stinnur á strikuni, hálvsfevnast, eftir at sigurin er komin í hús 

[object Object]
Ivan Rakitic saman við steypinum. Royndi kroatin skoraði eitt trygt brotsspark (Myndir: EPA

So brast stórfagnaður á, meðan nógv tár vóru í Roma-leguni. José Mourinho leiddi enn einaferð lið sítt í eina evropeisku finalu, men var hesaferð ónøgdur eftir seinasta bríkl - tó ikki við avrikið hjá sínum liðið. Sevilla endaði nummar ellivu í La Liga, skifti venjara tvær ferðir í kappingarárinum, men endaðu aftur við steypinum í næststørstu evropeisku kappingini fyri lið.

Sevilla hevur nú vunnið kappingina sjey ferðir. Eingin annar hevur vunnið UEFA Cup/Europa League fleiri enn tríggjar ferðir. 

[object Object]

[object Object]
Fagnaður í bæði ungarska høvuðsstaðnum og høvuðsstaðnum í Andalusia (Myndir: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder