Leygarkvøldið spældi H71 seg víðari í European Cup eftir javnleik í Kroatia og samanlagdan sjey-máls sigur móti MRK Trogir.
Les eisini: H71 helt høvdið kalt í Kroatia og er víðari
Harvið skulu hoyvíkingar spæla í 3. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini. Og har harðnar mótstøðan.
Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski - vanliga nevnt KPR Ostrówia - er gamaní ikki í oddinum í Póllandi. Liðið liggur í løtuni á 8. plássi. Men hendan deildin er sterkari enn tann kroatiska, og nógvir royndir spælarar eru á liðnum, har danin Kim Rasmussen er venjari.
KPR Ostrówia spældi seg víðari til triðja umfar í European Cup við at vinna greitt á Istanbul GSK úr Turkalandi. Liðið var í European League, næststerkastu evropeisku kappingini, síðsta kappingarár.
Talan verður harvið um spennandi og stór avbjóðing hjá H71, sum stendur at byrja á heimavølli.
Fyrri dysturin stendur at verða spældur 21.- 22. november í Hoyvík og tann seinni 28. ella 29. november. Nú skulu feløgini tosa saman; tað kann verða, at tað verður broytt nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald