Fótbóltur

Harry Kane fekk gylta bóltin á fyrsta sinni

Ballon d'Or-virðislønirnar vórðu handaðar á hátíðarhaldi í London í gjárkvøldið.

(Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-27 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enski leikarin hjá Bayern München, Harry Kane, kann nú rópa seg heimsins besti fótbóltsspælari.

Vandamikli áleyparin varð í gjárkvøldið heiðraður við størstu heiðurslønini innan fótbóltin, Ballon d’Or, sum besti leikari í kappingarári 2025/26. Hetta hendi á einum hátíðarhaldi í London.

Kane tekur við eftir franska Ousmane Dembele, ið fekk heiðurin í fjør.

Harry Kane vann framman fyri franska Kylian Mbappé og spanska Lamine Yamal, ið gjørdust ávikavist nummar tvey og trý.

61 mál í 51 dystum

Harry Kane varð fyrr á kvøldinum eisini kosins ársins áleypari. Hann skeyt ikki færri enn 61 mál í 51 dystum fyri týska felag sítt.

Við Harry Kane sum fremsta manni, vann Bayern týska meistaraheitið, steypakappingina og supercup’in.

Undir HM kappingini í summar var hann liðskipari fyri enska landsliðið, sum vann bronsu. Kane skjeyt seks mál í kappingini.

Tað var fyrrverandi brasilski stjørnuáleyparin, Ronaldo, sum handaði 33 ára gamla onglendinginum heiðurin.

Kane spældi fyri Tottenham Hotspurs í heimlandinum áðrenn hann í 2023 flutti til Suðurtýsklands.

Hann er fimti onglendingurin, sum vinnur Ballon d’Or. Seinast tað hendi, var tá Micheal Owen fekk heiðurin í 2001. Áðrenn hann hava Stanley Matthews, Bobby Charlton og Kevin Keegan vunnið.

Tilsamans 30 leikarar vóru innstillaðir til heiðurin. 100 miðlaumboð frá teimum 100 hægst styrkismettu londunum á heimsstyrkilistanum hava atkvøtt um hvør skal vinna við at geva stig til tíggju leikarar hvør.

Tað er franska fótbóltstíðarritið, France Fotball, sum stendur fyri at kjósa ársins spælara, ið hevur verið kosin síðan 1956.

[object Object]Besti leikari í 2021, 2022 og aftur nú í 2026: Alexia Putellas, Barcelona (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

Hjá kvinnunum fór heiðurin til Alexia Putellas, sum spælir fyri Barcelona. Miðvallaleikarin varð eisini kosin ársins leikari í 2021 og 2022.

Hesi vórðu heiðrað í gjárkvøldið:

  • Ballon d’Or, menn: Harry Kane (Bayern München)
  • Ballon d’Or, kvinnur: Alexia Putellas (Barcelona, nú London City)
  • Kopa-steypið, menn (ársins leikari undir 21 ár): Lamine Yamal (Barcelona)
  • Kopa-steypið, kvinnur (ársins leikari undir 21 ár): Vicky Lopez (Barcelona)
  • Yashin-steypið menn (ársins málverji): Unai Simon (Athletic Club)
  • Yashin-steypið kvinnur (ársins málverji):: Cata Coll (Barcelona)
  • Gerd Müller-steypið menn (ársins áleypari): Harry Kane (Bayern München)
  • Gerd Müller-steypið kvinnur (ársins áleypari): Charlyn Corral (Pachuca)
  • Johan Cruyff-steypið, menn (ársins venjari): Luis de la Fuente (Spanien)
  • Johan Cruyff-steypið, kvinnur (ársins venjari): Pere Romeu (Barcelona)
  • Ársins felag menn: Paris Saint-Germain
  • Ársins felag kvinnur: Barcelona
  • Socrates-heiðurslønin (fyri serligt menniskjaligt ella sosialt átak uttan fyri vøllin: Bukayo Saka (Arsenal) 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder