Hondbóltur

European Cup: H71 skal hitta kenda mótstøðu úr Ukraina

HC Galychanka vann fjórðingsfinaluna í Føroyum í 2022. Uppgerðin gjørdist umstrídd og hin dysturin, sum skuldi vera í í Ukraina, varð ikki spæld vegna krígsstøðuna. Neistin fekk sveisiska mótstøðu og VÍF slovakiska - dystirnir verða spældir í november.

H71 tapti tepurt á Hálsi, tá HC Galychanka Lviv vitjaði. Hóast hoyvíkskvinnur ferðaðust til Póllands tá, eydnaðist ikki at spæla hin dystin. Nú skulu Maria Halsdóttir Weyhe og hinar hitta Galychanka í 3. umfari í somu kapping (Mynd: Sverri Egholm)

H71 tapti tepurt á Hálsi, tá HC Galychanka Lviv vitjaði. Hóast hoyvíkskvinnur ferðaðust til Póllands tá, eydnaðist ikki at spæla hin dystin. Nú skulu Maria Halsdóttir Weyhe og hinar hitta Galychanka í 3. umfari í somu kapping (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-14 10:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onkutíð vil tilvildin so, at gamlir kenningar hittast aftur í ítrótti - og tað er ikki altíð fyri tað góða, at man minnist aftur á fyrrverandi og komandi mótstøðufólk ella lið.

Í februar 2022 var eljustríð millum H71 og ukrainska HC Galychanka Lviv. Tann veturin høvdu kvinnurnar hjá H71 bestu evropeisku gongdina, sum eitt føroyskt lið hevur havt, og vóru komnar í fjórðingsfinaluna í European Cup.

Men júst tá var veruligur ófriður kyknaður í Eysturevropa, har Russland hótti við at loypa á. 13. februar 2022 skuldi ein evropeisk fjórðingsfinala vera í Lviv, men vegna spentu støðuna og tilráðingar frá myndugleikar vildi H71 ikki fara inn í Ukraina. HC Galychanka Lviv vildi ikki fara yvirum markið til Póllands, har H71 hevði syrgt fyri møguleika at spæla dystin á uttanveltaðum vølli og bjóðað at rinda fyri útreiðslur.

Frammanundan hevði H71 bjóða Lviv at spæla báðar dystirnar í Føroyum, og EHF kom upp í málið, meðan H71-hópurin bíðaði í Póllandi. Men í ukranska felagnum vóru tey hvørki at høgga ella at stinga í og kravdu, at dysturin skuldi spælast í Lviv sum ætlað; og at føroyska felagið tapti 10-0 fyri ikki at møta upp.

Soleiðis varð eisini, eftir tógvið stríð og nógvar tingingar við toppunum í evropeisku hondbóltssamgonguni sum meklarar. Harvið vistu hoyvíkskvinnur, tá tær fóru á vøllin til tað sum skuldi vera seinni dysturin, at tær noyddust at vinna við yvir 10 málum fyri at koma til hálvfinalurnar. Í einum spennandi dysti á Hálsi endaði tað 27-26 til ukrainska liðið. Stutt seinni - eftir kæru - varð endaliga greitt, at HC Galychanka Lviv eisini vann fyrra dystin, tó uttan dyst, og skuldi í European Cup-hálvfinalurnar.

[object Object]
H71 og HC Galychanka hittust í fjórðingsfinalu fyri nakað yvir fýra árum síðani - umstøðrunar vóru umstríddar (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir lutakastið til 3. umfar av 2026/2027-útgávuni í dag er greitt, at HC Galychanka og H71 aftur skulu hittast í triðsterkastu evropeisku kappingini. Spennandi verður, hvussu dystirnir verða spældir, og hvussu huglagið verður.

Neistin og VÍF hava tað til felags, at tey vunnu seg víðari úr 2. umfari við tryggum samanløgdum sigrum í Kosovo.

Í 3. umfari skulu tey spæla móti ávikavist sveisiskari og slovakiskari mótstøðu. Tað er eitt sindur ilt at meta um mótstøðuna í løtuni, men á pappírinum man VÍF hava fingið eitt nakað betri lutakast.

European Cup 3. umfar

Neistin - LK Zug Handball (Sveis)

VÍF - Slovan Duslo Sala (Slovakia)

H71 - HC Galychanka (Ukraina)

Dystirnir í 3. umfari í European Cup verða spældir 7. - 8. og 14. – 15 november. Tað er tó ein møguleikig fyri, at dystirnir, sum á pappírinum eru ein úti og ein heima, veðra slignir saman til eitt stað sama vikuskifti.

Øll føroysku liðini standa til at byrja at spæla á heimavølli. 32 lið eru eftir í kappingini

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder