Hondbóltur

European Cup: Silja og Valur spæla fyrru finaluna í Spania

Hon bryjar klokkan 16. Dysturin kann síggjast á RUV.

Silja Arngrímsdóttir Müller kann koma í spæl í einari evropeiskari finalu (Mynd: EHF)

Silja Arngrímsdóttir Müller kann koma í spæl í einari evropeiskari finalu (Mynd: EHF)

2025-05-10 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vann manslið felagsins evropeisku kappingina. Hetta var fyrstu ferð, at eitt íslendskt lið megnaði tað

Í ár er kvinnuliðið í finaluni, og aftur er ein føroyingur í hópinum. Í 2023/2024 var tað Allan Norðberg, og í ár er tað Silja Arngrímsdóttir Müller.

Ungi málverjin hevur spælt nakrar A-landsliðsminuttir: Millum annað í fyrra HM playoff-dystinum móti Litava við Tjarnir í april.

Silja er eykamálverji hjá sterka Vals-liðnum, sum stríðist fyri at verða íslendskur meistari og nú eisini fyri evropeiskum gulli.

Sponsk mótsstøða í tveimum finalum

Í European Cup, sum er triðsterkast evropeiska kappingin, er talan um tvær finalur. Tann fyrra verður í Spania í dag klokkan 16 føroyska tíð.

Porrino liggur á 4. plássi í bestu sponsku deildini, sum er nakað betri enn taan íslendska.

Dysturin í dag kann síggjast í íslendska ríkissjónvarpinum, RÚV. Tað er ein av rásunum hjá Televarpinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder