
Tað er nógv uppá spæl í Hamborg í dag. Eins og seinastu árini, verða dystirnir í Final Four í European League hjá monnum spældir í næststørsta týska býnum.
Snøgga Barclays leikhøllin verður karmur um hálvfinalurnar í dag og finaluna, umframt dystin um triðja plássið, í morgin.
European League hálvfinalur
Leygardagin 24. mai
14.00: MT Melsungen - SG Flensburg-Handewitt
17.00: THW Kiel - Montpellier Handball
Flensburg, við Jóhan á Plógv Hansen, vann í fjør næststerkastu evropeisku kappingina. Harvið snýr tað seg um at royna at endurvinna European League - fyrst skal man framvið Melsungen, ið kappast um týska meistaraheitið. Felagið hjá Jóhan hevur ikki havt eitt so gott ár í Bundesliguni. Havnarmaðurin á høgra vongi er í gongd við sínari seinastu dystir fyri Flensburg-Handewitt.
Jóhan á Plógv Hansen kann hetta vikuskifti fáa eitt gullheiðursmerki afturat í Hamborg
Hitt norðurtýska risafelagið sær eisini út til at enda uttanfyri Champions League-plássinum í Bundesliguni. Í fjør vóru Elias á Skipagøtu og teir í Final Four í Champions League. Í fjórðingsfinaluni har sigraði Kiel á Montpellier - eftir stórtap í fyrra dystinum. Í kvøld klokkan 17 hittast feløgini í Hamborg. Elias hevur seinastu tóðina ikki havt so stóran leiklut hjá Kiel, sum hann hevði í vetur.
Báðir dystirnir síggjast á Viaplay. TV3 Sport vísir eisini dystin hjá Kiel. Til ber eisini at fylgja við á eurohandball.com
Mynd: EHF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald