Fótbóltur

Evropeiska ævintýrið hjá NSÍ endaði við javnleiki

Í fimm minuttir í 2. hálvleiki var føroyska oddaliðið í dreymalandi: Eftir málið hjá Mariusi Kryger Lindh var 2-2 samanlagt, men so vísti sveisiska liðið styrki. Samanlagt 2-4, men NSÍ hevur havt eitt flott evropeiskt summar.

NSÍ hevur skrivað søgu hetta summarið við at koma víðari tvær ferðir -  NSÍ  bjóðaði eisini veruliga av um at koma víðari fyri triðju ferð, nú mótsstøðan av álvara var harðnað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur skrivað søgu hetta summarið við at koma víðari tvær ferðir - NSÍ bjóðaði eisini veruliga av um at koma víðari fyri triðju ferð, nú mótsstøðan av álvara var harðnað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-13 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu livdi dreymurin um hálvsensatiónina móti núverandi nummar tvey í Sveis.

Lugano kom til Klaksvíkar við 2-0 leiðslu frá fyrsta dystinum. Men eftir mál í 28. minutti, var NSÍ ógvuliga væl við samanlagt.

Les meira um fyrra hálvleik her: NSÍ er á odda í steðginum

Í 1-0 málinum vísti Petur Knudsen sín klassa. Tað gjørdi hann aftur, tá NSÍ skoraði til 2-0 eftir ein tíma. Vinstri vongurin hevði aftur eina góða renning, fekk bóltin, snýtti ein verjuspælara og við perfektari sending yvirum fann Petur nummar 11 Marius Kryger Lindh.

Annað evropeiska málið hjá Kryger í summar, og so var 2-2 samanlagt. Hóast Lugano hevði lagt væl fyri leikliga eftir steðgin og skapt støður, var tað nú NSÍ sum vísti dygdir, kynismu og hevði sinnisligu yvirvágina.

Tíverri varð tað sum hjá Víkingi á sama vølli í 1.umfari: Eftir at hava javnað samanlagt við tveimum málum, svaraði útiiðið aftur skjótt. Í 67. minutti var Yanis Cimignani, og siðani setti sveisiska liðið seg veruliga á tað.

Í 80. minutti brast NSÍ-ballónin eftir deyðbóltsmál. 2-4 samanlag og harvið fer Lugano víðari sum væntað.

Á so mangan hátt fer oddaliðið í Meistaradeildini tó úr Conference League við æru. NSÍ sló lið av Malta, við deildarsroyndum og nógvum peningini, og lið úr Slovenia út - í torførum umstøðum á útivølli. Og móti Lugano var veruligur spenningur í til tíggju minuttir vóru eftir av uppgerðini. 

Hetta sigur eitt sindur, hvat liðið hjá Sigurdi Ragnar Eyðjólfsson, sum hevur verið skert, hevur megnað. Nógvir spælarar vístu seg aftur væl fram, so sum Tom Amos í málinum, og Petur Knudsen vísti dygdir á altjóða pallinum.

Nú skulu teir hjá NSÍ hugsavna seg um at royna at vinna fyrsta meistaraheiti í 19 ár. 

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 10. august við Djúpumýru
NSÍ - FC Lugano (1-0) - 2-4 samanlagt
29' Petur Knudsen (Sammy Skytte) 1-0
61' Marius Kryger Lindh (Petur Knudsen) 2-0
67' 1-2
80' 2-2

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder