Talan er um spennandi ítróttakvøld, sum vit fara at fylgja tætt á FM1 og Portalinum.
HB tekur ímóti Motherwell klokkan 18 og skal royna at gera ein vørr á Tórsvølli. Har vera Rúni á Reynatrøð og Bill McLeod Jacobsen til reiðar við mikrofonirnar, og til ber at lurta á FM1
Teitur Gestsson: - Skora vit fyrsta málið so verður eldur í
![]()
Rúni á Reynatrøð verður frásøgumaður til evropeiska brakið á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli á Tórsvølli
18.00: HB - Motherwell (0-2) - FM1
Í kvøld, í Koper
19.45: FC Koper - NSÍ (2-0)
Sí eisini: HB og NSÍ hava nógv at venda í kvøld
Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum
Á Portalinum kann EM-hondbóltur stroymast beinleiðis. Føroysku U18-menninir løgdu fyri við flottum spæli og tryggum sigri á Finnlandi ólavsøkudag. Nú biðar størri og spennandi avbjóðing móti Spania.
Sent verður frá klokkan 18.15 - dysturin byrjar klokkan 18.30, og Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari.
![]()
Hugin Halgirsson og hinir skulu dystast við Spania klokkan 18.30 - hyggi á Portalinum, um tit eru stødd í Føroyum (Mynd: Dusan Sandic)
Á FM1 verður hondbóltur eisini at hoyra, meðan hálvleikur verður á Tórsvølli. Til ber eisini at lurta eftir fótbólti, meðan man hyggur eftir hondbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald