
- Í tilgongdini at menna ríðing sum ítróttagrein í Føroyum, hevur nevndin í Ríðisambandi Føroya avgjørt at seta Eyðnu Simonsen í parttíðarstarv sum skrivari og samskipari hjá sambandinum.
Hesum boðar Ríðisambandi frá í skrivi í dag.
Um nýggja starvsfólk skrivar Ríðisambandi, at Eyðna er sjálvstøðug vinnurekandi innan grafiska sniðgeving. Arbeiðið hjá henni í sambandinum fer at umfata samskipan av fundum, umframt at skriva greinar, skrivstovuarbeiði og annað.
Hon legst aftur at Ninu Brockie sum fæst við ungdómsmenning í Ríðisambandinum- Eisini hetta er parttíðarstarv. Nina skipar í samráði við limafeløgini fyri frálæru og fyrilestrum úti hjá ymisku feløgunum, har øll børn og ung eru vælkomin.
- Báðar starvssetanirnar eru liður í at professionalisera Ríðisambandið, so tíð og kreftir verða leysgivnar til aðrar átrokandi uppgávur hjá nevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald