Hondbóltur

Eydnaðist ikki føroyingafelagnum at flyta upp

Ajax var annars á odda við millum annað fim málum í fyrra hálvleiki í Aalborg, men eftir øllum at døma spæla Elsa Egholm, Vár Bentsdóttir Zachariasen og Lív Bentsdóttir Zachariasen aftur í næstbestu donsku deildina eftir summarsteðgin.

Lív Bentsdóttir Zachariasen til landsliðsvenjing - aftanfyri hana sæst Annika Fríðheim Petersen, sum nú er liðug í Aalborg (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Bentsdóttir Zachariasen til landsliðsvenjing - aftanfyri hana sæst Annika Fríðheim Petersen, sum nú er liðug í Aalborg (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-19 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Lív Bentsdóttir Zachariasen skoraði eftir tjúgu og ein hálvan minutt í Aalborg sunnudagin, var støðan 6-11.

Gestirnir úr Ajax København vóru tá av álvara á uppflytingarkós. Í síðstu viku syrgdu  Elsa Egholm, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Lív Bentsdóttir Zachariasen og hinar fyri, at talan varð um eina triðju upp- og niðurflytingarfinalu.

Men liðið hjá føroysku landsliðsspælarunum misti takið. Í steðginum var 13-13, og eftir eina løtu í 2. hálvleiki fór Aalborg frá. Bjargingar og onnur ting vantaðu hjá Ajax København, og tað endaði 31-26.

Harvið heldur liðið, sum Annika Fríðheim Petersen hevur verið knýtt at seinastu tvey árini, fram í bestu deildini. Føroyski landsliðsmálverjin hevur verið so at siga fryst úti frá dystarminuttum, eftir tað gjørdist greitt, at hon ikki heldur fram í felagnum, men at hinir báðir málverjarnir gera tað. Annika Petersen var á dómaraseðlanum sunnudagin - í summar flytir hin til bestu deildina í Póllandi.

Elsa, Lív og Vár, sum allar skoraðu eitt mál hvør, í triðja uppflytingardystinum, halda eftir øllum at døma fram í Ajax og í nøstbestu deildini. Hoyvíkskvinnurnar hava havt stóran leiklut hetta júst farna kappingarárið - millum annað í verjuni.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder