2026-03-22 14:46
Leygardagin 4. apríl bjóða Lundapisurnar, ein partur av Eydnudeild Føroyar, øllum til eitt brak av einum hondbóltstiltaki, tá Eydnucup 2026 verður hildið í høllini á Hálsi í Havn.
Hetta er 3. ferð, at Eydnucup verður hildið í Føroyum, fyrstu ferð var í 2022, og hevur tiltakið vaksið seg størri hvørja ferð. Tiltakið er ókeypis.
Ikki minni enn 110 hondbóltsstjørnur fara at stuttleika sær saman henda dagin. Tað verður vitjað úr øllum Føroyum, Danmark, Grønlandi, og eisini úr Glucksliga úr Týsklandi luttaka stjørnur og viðhaldsfólk.
Byrjað verður klokkan 10, og síðsti dystur verður spældur umleið klokkan 17, og síðani fer Jens Marni at spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald