
Gibraltar, Portalurin: - Tað er greiður munur á huglagnum nú og tí, sum var í steðginum.
Hetta staðfestir Eyðun Klakstein eftir 1-0 sigurin á Gibraltar í kvøld. Hóast hann kann fegnast um fleiri ting, ikki minst trý stig afturat, so er landsliðsvenjarin seinur at viðurkenna, at avrikið fyrsta tíman ella so er tað vánaligasta higartil undir hansa leiðslu (í dysti nummar átta)
- Har er ikki nóg gott tempo, spælarar gera tekniskar villur, sum teir ikki vanliga gera - kanska vøllurin hevur sína ávirkan - og vit koma faktiskt ordiliga illa út eftir steðgin.
Eyðun Klakstein kann tó eisini siga, at fleiri spælarar lyftu seg, og at inskiftararnir gjørdu mun.
- Tað er als ikki so, at man hevur "givið upp uppá" teir, sum ikki avrikaðu so væl í dag. Soleiðis er tað onkutíð, og teir koma sterkt aftur.
Málið varð hildið reint, og Føroyar hava bert latið seks mál inn í ár og sjey mál inn undir verandi leiðslu. Seks stig eru komin til hødlar í hesari undankappingini; nú verður farið eftir níggju, sum metið er, staðfestir Eyðun Klakstein.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Málskjúttin: - Hetta er ekstremt stórt
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: - Tað er í okkara dna'i at stríðast til tað seinasta
-----------------------------------------------------
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð
Eftir 59 minuttir: Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen inn
Sí eisini: Seinasti hálvi tímin bjargaði trimum stigum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald