Fótbóltur

U21-landsliðið: Fara eftir sigrinum

Triðja plássið í bólki H er upp á spæl, tá Føroyar og Serbia bresta saman á Djúpumýru seinnapartin.

Sámal Erik Hentze (Mynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-07 09:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Klokkan 16.15 fer U21 landsliðið á vøllin til seinasta dystin í hesari undankappingini, tá Serbia vitjar í Klaksvík. Gestirnir eru undan dystinum á triðja plássi við 11 stigum, meðan Føroyar hava níggju stig á fjórða plássi. Talan er tí um ein dyst um endaliga triðjaplássið í bólkinum, og Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari letur ongan iva vera um, at føroysku dreingirnir fara eftir sigrinum.

– Vit eru ótrúliga spentir til uppgávuna, og hetta er ein stórur dystur fyri okkum, tí vit hava møguleika fyri at enda á triðjaplássinum, og vit fara sjálvandi eftir at røkka tí málinum, sigur landsliðsvenjarin.

Tá liðini í heyst hittust í Serbia, endaði tað við einum málleysum javnleiki, og hóast serbiska mótstøðan krevur fulla virðing, so fara føroysku dreingirnir á vøllin fyri at vinna.

- Vit vita, at vit skulu avrika á okkara besta støði fyri at fáa góð úrslit, og vit kenna okkum klárar til at gera júst tað. Vit hava fyrr prógvað, at vit kunnu standa okkum væl móti teimum bestu, og tað ætla vit okkum eisini at gera í morgin, sigur Sámal Erik Hentze. Hann leggur afturat, at liðið gleðir seg til aftur at sleppa á vøllin í Klaksvík, har minnini eru góð frá í fjør, tá U21 dreingirnir spældu javnleik móti Norðurmakedónia.

- Vit kenna okkum væl í Klaksvík, og vit hava ongantíð tapt á Djúpumýru. Vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla liðnum, vit gleða okkum í øllum førum, sigur Sámal Erik Hentze at enda.

Dysturin millum Føroyar og Serbia byrjar kl. 16.15, og frá kl. 15 verður upphiting til dystin við ókeypis fjepparatiltaki fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder