Annað

FBF sett royndan venjara til sandflogbóltin

Martin Olesen hevur verið danskur landsliðsvenjari í sandflogbólti, og hevur hann m.a. vunnið EM-gull við danska U18 landsliðnum við dreingjum og EM-silvur við danska U22 landsliðnum við gentum.

2026-05-22 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flogbóltssamband Føroya hevur sett ein sera royndan venjara til sandflogbóltin.

Talan er um danan Martin Olesen, sum frá 2019 til 2024 var danskur landsliðsvenjari í sandflogbólti. Í hesum tíðarskeiðinum vann hann millum annað EM-gull við danska U18 landsliðnum við dreingjum og EM-silvur við danska U22 landsliðnum við gentum.

Við bæði gentum og dreingjum náddi Martin eitt 5. pláss við U19 liðunum til HM-kappingina, skrivar Flogbóltssambandið.

Sum leikari var Martin á danska sandflogbóltslandsliðnum. Her leikti hann við í tí, sum nú verður kallað Beach Pro Tour Futures og Volleyball World Beach Pro Tour. Í hesum sambandi komu hann og liðfelagið upp á top 50 á heimsstyrkilistanum.

Martin hevur eisini drúgvar royndir við innandura flogbólti, har hann í Danmark hevur vunnið fleiri meistaraheitir við Gentofte og sum venjari er hann tríggjar ferðir valdur til ársins venjara í Danmark.

Fremsta uppgávan hjá Martini verður, sambært Flogbóltssambandi Føroya, at venja U18 og U20 landsliðini við gentum og dreingjum til undankappingarnar til EM. Hesar kappingarnar verða um miðjan juli og fyrst í august í Andorra og í Wales. Umframt hetta fer Martin at ráðgeva FBF, um hvussu sandflogbólturin í Føroyum skal mennast.

Sandflogbóltur verður við á Oyggjaleikunum í 2027 og tí hevur menningin av sandflogbóltinum sera stóran týdning fyri FBF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder