Annað

Filip Ilic skiftir til italskan flogbólt

19 ára gamli landsliðsleikarin Filip Ilic flytir úr Mjølnir til italska liðið Scalia Volley Sciacca.

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

2026-01-02 11:00 Author image
Innsent
placeholder

Hetta er helst ein hin mest spennandi flytingin í føroyskum flogbólti yvirhøvur. 19 ára gamli Filip Ilic hevur valt at fara til landið við heimsins sterkastu flogbóltsleikarum og við teimum størstu flogbólts siðvenjunum.

Filip flytir til Scalia Volley Sciacca á Sisilia í Italia. Italsk lið eru fastir fúsir gestir í Champions League finalum og Italia er heimsmeistari fyri bæði kvinnur og menn.

 Flytingin, har Filip flytur úr Mjølnir til Scalia Volley, er komin í lag ígjøgnum ein umboðsmann, sum millum annað fylgir NEVZA kappingunum. Føroyar hava tvey tey síðstu árini verið vertur fyri NEVZA U19 kappingini, har Filip hevur verið við á liðnum. Umboðsmaðurin hevur so eisini fylgt við Filip á A-landsliðnum, har liðið hevur luttikið í Silver League.

Filip byrjaði sína flogbóltsleið í ÍF í Fuglafirði, og hevur hann seinastu tvey árini leikt í Mjølnir í Klaksvík.

 - Eg ynski at útnytta hendan møguleikan til fulnar og menna meg bæði sum leikara og sum persón, sigur Filip. 

- Eg gleði meg eisini til at møta liðfeløgunum og at uppliva serstøku náttúruna í Sicilien.

 Filip er longu farin avstað til Italia.

Scalia Volley Sciacca leikar í Seriu B í Italiea Seria B er 4. deildin í italskum flogbólti, har Superlega er fremsta deildin, og eisini sterkasta flogbóltsdeildin í øllum heiminum. Seria B verður mangan brúkt av sterku liðunum sum ein menningardeild, har leikarar leika áðrenn teir fara víðari til sterkari lið og sterkari deildir.

Flogbóltssamband Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder