Annað

Fimleikafagnaður um vikuskiftið

Tríggjar sýningar verða í Norðurlandahúsinum – ein leygardagin og tvær sunnudagin.

2025-11-07 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið verður Fimleikafagnaðin 2025, har evnið í ár er Vón.

Hetta verður ein heilt serlig, ljósfylt og rørandi uppliving í Norðurlandahúsinum, har heili 400 fimleikarar frá øllum landinum fara at framføra teirra tulking av Vón við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.

Fimleikafagnaðurin er annaðhvørt ár, og savnar øll fimleikafeløgini í Føroyum til eina felags hátíðarløtu, har fimleikurin verður fagnaður. Í ár luttaka: Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Eitt fjølbroytt dómaratoymi úr ymiskum listarligum umhvørvum, umframt umboð frá feløgunum, velur vinnaran.

Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 8.november og tvær sunnudagin 9.november.

Vinnarin verður avdúkaður til seinastu sýningina sunnudagin. Henda sýningin sunnudagin klokkan kl.16 verður eisini stroymd á www.fimleikur.fo , skrivar Føroya Fimleikasamband. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder