Annað

Fimleikafagnaðurin 2025 verður 8. og 9. november

Fimleikafagnaðurin í ár verður 8. og 9. november, og evnið í ár er “Vón”.

(Mynd: ErlaZ)

(Mynd: ErlaZ)

2025-10-31 14:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður ein vónríkur fagnaður í Norðurlandahúsinum 8. og 9. november, tá 400 fimleikarar luttaka til ársins Fimleikafagnaða.

Fagnaðurin er annað hvørt ár og er fyri øll fimleikafeløg í Føroyum.

Feløgini, sum luttaka eru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Við íðkarum frá allari breiddini lýsur felagið evnið “Vón” við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.

Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 8. november, og tvær sunnudagin 9. november. Vinnarin verður avdúkaður til seinasta sýningina.

Tað er eitt dómaratoymi frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum, sum kjósa vinnaran.

Føroya Fimleikasamband


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder