
Seinastu fimleikakappingarnar á Oyggjaleikunum á Orknoyggjunum vóru fyrr í dag. Eins og fyrr vann fimleikurin fleiri heiðursmerki í hús.
- Í dag var tað finalu kapping, har kappast varð í hvørjum amboði sær. Eins og áður vóru kappingarnar sera tættar og spennandi, og okkara fimleikarar megnaðu at fáa heili 13 heiðursmerki í hús, 9 til menninar og 4 til kvinnurnar.
Soleiðis skrivar Fimleikasamband Føroya á heimasíðu sínari, har hetta yvirlitið er:
Rókur Sumberg Vestergaard vann gull í beinsveiggj. Torleivur Christiansen vann gull í lopi, silvur í gólvi, og deilt silvur í ringum. Bjarki Johannessen vann deilt silvur í ringum, silvur í lopi og bronsu í rekk. Bjarti Skylv Hansen vann bronsu í parallel barr, og Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í beinsveiggj.
Mia Højgaard vann gull í forskotnari barr, deilt gull í lopi og silvur á gólvi, og Marin Danielsen vann gull á gólvi.
Flest gull av øllum
Harvið komu fimm fimleikagull afturat á seinasta degnum. Samanlagda talið fyri var heili 15. Eingin onnur ítróttargrein hjá Føroyim hevði so nógv gull: Bogaskjóting kom tó upp á heili 9, meðan svimjingin hevði sjey.
Yvirliti yvir føroysk heiðursmerki
Skíggjamynd: orkney2025results.com
Bert svimjingin stóð fyri fleiri føroyskum heiðursmerkjum (30-29), og tað varð enn einaferð týðiligt, at fimleikurin er týðandi fyri Føroyar á oyggjaleikunum. Teir flestu føroysku fimleikararnir hava veruligt altjóða stig.
Fimleikararnir hava eisini vunnið átta silvur og seks bronsur hesa vikuna.
Sí eisini: Besta úrslit nakrantíð: Føroyar vunnu oyggjaleikirnar
Mia vann seks gull
Av teimum mongu dugnaligu fimleikarunum skaraði Mia Højgaard mest framúr.
Hon vann flest gull - seks í tali. Fimm av teimum vóru í einstaklingakapping og ein í liðkapping.
Í All-Round kappingini í gjár varð Mia Højgaard besti fimleikarin av øllum - Bjarki Johannesen var nummar trý.
Mia Højgaard og Bjarki Johannesen (Mynd: Fimleikasamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald