Annað

Fimleikurin vann stórt á oyggjaleikunum

Tað bleiv til 15 gull, 8 silvur og 6 bronsuheiðursmerki, og tað er besta úrslitið hjá fimleikinum nakrantíð, sigur Føroya Fimleikasamband.

(Mynd: Føroya Fimleikasamband)

(Mynd: Føroya Fimleikasamband)

2025-07-20 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum hava verið sera góðir - serliga hjá fimleikinum, sum vann heili 29 heiðursmerki - 15 gull, 8 silvur og 6 bronsu.

Hetta er besta úrslitið hjá fimleikinum nakrantíð, sigur Føroya Fimleikasamband.

– Vónirnar vóru góðar, tá vit fóru, tí vit vistu, vit fóru av stað við einum sterkum bólki av fimleikarum, men so góð úrslit kann man bara droyma um at fáa. Vit eru sera stolt, og sigurin er eisini uppiborin eftir alt tað harða arbeiðið, ið fimleikararnir og venjarar teirra hava gjørt.

Hesi vunnu heiðursmerki í fimleiki:

Liðkapping

  • Menninir vunnu gull
  • Kvinnurnar vunnu gull

Bundnar seriur

  • Mia Højgaard vann gull í lopi og á bita og bronsu á gólvi
  • Marin Danielsen vann gull á gólvi
  • Rókur Sumberg Vestergaard vann gull á gólvi og í beinsveiggj og silvur í paralell barr
  • Torleivur Christiansen vann gull í ringum
  • Ari Poulsen vann gull í lop
  • Oddvør Alberta Kimsdóttir vann silvur á gólvi
  • Bjarki Johannessen vann silvur í rekk
  • Ronja Johannessen vann deilda bronsu í lopi

All-round kappingin

  • Mia Højgaard vann deilt gull í all-round
  • Bjarki Johannessen vann deilda bronsu í all-round

Hvørt amboð

  • Rókur Sumberg Vestergaard vann gull í beinsveiggj
  • Torleivur Christiansen vann gull í lopi, silvur á gólvi, og deilt silvur í ringum
  • Bjarki Johannessen vann deilt silvur í ringum, silvur í lopi og bronsu í rekk
  • Bjarti Skylv Hansen vann bronsu í parallel barr
  • Mia Højgaard vann gull í forskotnari barr, deilt gull í lopi og silvur á gólvi
  • Marin Danielsen vann gull á gólvi
  • Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í beinsveiggj
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder