
Eftir fjórðingsfinalurnar í European League var lutakast um hálvfinalurnar, og har gjørdist greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen kunnu hittast í finaluni.
Tvær tær seinastu hálvfinalurnar í Champions League vórðu spældar í gjár. Barcelona tapti á heimavølli móti Pick Szeged men vann við tveimum málum samanlagt.
Hitt ungarska stórfelagið fór eisini út: Tað stóð á jøvnum á degnum og samanlagt, tá nøkur fá sekund vóru eftir í Ungarn, men so fór íslendska Champions League-hetjan frá 2023, Gisli Kristjansson, ígjøgnum og avgjørdi fjórðingsfinaluna.
Triðju fer ferð á rað, at Magdeburg er við í Final Four. Barcelona er næstan fastur gestur í Köln í juni, meðan Nantes og Füchse sjálvdan eru við.
Tíðliga seinnapartin verður greitt, hvør skal spæla móti hvørjum øðrum í Lanxess leikhøllini leygardagin 14. juni. Finalan verður dagin eftir.
Til ber at stroyma lutakastið klokkan 13 føroyska tíð HER
Tað sæst eisini á Viaplay
Sí meira á eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald