Annað

Finalan glapp Føroyum av hendi eftir fimmsettara ímóti Skotlandi

Skotland, sum hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar, vann tey fyrstu tvey settini. Síðani svarðu føroysku flogbóltskvinnurnar aftur, áðrenn Skotland vann tættan javnbrótara. Bronsdysturin móti Íralndi byrjar um eina løtu.

2-3 úrslitið hevur við sær, at Føroyar tí skulu spæla um bronsuna. Hesin dysturin verður klokkan 17 móti Írlandi. Føroyar vunnu 3-0, tá liðini hittust í bólkaspælinum í Andorra (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2-3 úrslitið hevur við sær, at Føroyar tí skulu spæla um bronsuna. Hesin dysturin verður klokkan 17 móti Írlandi. Føroyar vunnu 3-0, tá liðini hittust í bólkaspælinum í Andorra (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2026-06-28 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogbóltssamband Føroya: Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum spældi í morgun hálvfinalu ímóti Skotlandi í kappingini um SCA meistaraheitið, sum hetta vikuskifti er í Andorra.

Skotland, sum hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar, vann tey fyrstu tvey settini 25-18 og 25-23, men Føroyar mentu seg og komu afturíaftur og vunnu triðja og fjórða sett 25-22 og 25-23. 

Í javnbrótaranum gekk javnt á til 5-5, tá Skotland fór framum við tveimum stigum. Føroyar minkaðu um munin til 8-9 og 9-10, men síðani fór Skotland  framum 12-9. Nærri enn tvey komu Føroyar ikki aftur, og Skotland spældi seg til tríggjar dystarbóltar og legði seg á odda 14-11. Føroyar yvirlivdu tann fyrsta, áðrenn Skotland vann annan og settið 15-12.

SCA meistaraheitið, kvinnur – hálvfinala:
Føroyar – Skotland 2-3 (18-25, 23-25, 25-22, 25-23, 12-15)

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar tí skulu spæla um bronsuna. Hesin dysturin verður klokkan 17 móti Írlandi 

Írland hevði eins og Føroyar tapt sína hálvfinalu 3-2 og 15-13 í javnbrótaranum ímóti San Marino. Tað var eitt sindur óvæntað, at Írland skuldi standa seg so væl, tí í bólkaspælinum hevði Írland tapt greitt 3-0 fyri Føroyum. Nú møtast tey aftur í bronsudystinum kl. 17.

Bronsudysturin sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder