Hondbóltur

Finalan hjá Hákuni og Füchse sæst á DR2 og TV3 Sport

Umframt hetta á stroymingartænastunum DRTV og Viaplay. Hákun West av Teigum kann í kvøld gerast fyrsti føroyingur, sum vinnur Champions League. Dysturin í Köln byrjar klokkan 17.

Dugnaligi 24 ára gamli føroyski høgri vongurin skoraði fimm mál í hálvfinaluni í gjár. Í kvøld verður farið eftir gullinum (Mynd: EHF)

Dugnaligi 24 ára gamli føroyski høgri vongurin skoraði fimm mál í hálvfinaluni í gjár. Í kvøld verður farið eftir gullinum (Mynd: EHF)

2026-06-14 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældu Füchse Berlin og Barcelona seg í Champions League-finaluna eftir spennandi hálvfinalur. Serliga dramatiskt gjørdist tað millum Aalborg og Barcelona, har neyðugt var við longdari leiktíð fyri at finna finaluliðini.

Sí eisini: Füchse skal royna at basa Barcelona í finaluni

Hákun West av Teigum og Berlin bastu Magdeburg í málríkari hálvfinalu í Köln og løntu harvið Magdeburg finalutapið í fjør og tey í týska meistarastríðnum hetta kappingarárið aftur.

Harvið stendur dugnaligi 24 ára gamli føroyski høgri vongurin, sum skoraði fimm mál í gjár, annað árið á rað í Champions League-finaluni. Hákun kann í kvøld standa sum fyrsti føroyski vinnarin í størstu evropeisku kappingini. Hann skoraði sjey mál og var næstbestu málskjútti í finaluni í 2025.

Champions League-finalan, frammanfyri beint omanfyri 20.000 áskoðarum, í Lanxess leikhøllini byrjar klokkan 17 føroyska tíð.

Dysturin millum Füchse Berlin og Barcelona sæst á DR2 og TV3 Sport -umframt á tilhoyrandi stroymingartænastunum DRTV og Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder