Hondbóltur

Finaluliðini kunnu verða funnin í kvøld

Kyndil og H71 eru á odda 1-0 eftir fyrstu hálvfinalurnar, og tí er tað "dystarbóltur" hjá báðum - ávikavist klokkan 16 á Hálsi og klokkan 19 í Hoyvík og til ber at fylgja við á Portalinum.

Tað var ógvuliga tætt millum VÍF og H71 í fyrstu hálvfinaluni í Vestmanna: Brotskøst vórðu neyðug fri at avgera hendan dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað var ógvuliga tætt millum VÍF og H71 í fyrstu hálvfinaluni í Vestmanna: Brotskøst vórðu neyðug fri at avgera hendan dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-21 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finalurøðin hjá monnum fór í gongd leygarkvøldið, og í tað kann verða júst somu feløg, sum hittast hjá kvinnum.

Sí eisini: H71 tók fyrsta ferið móti enn einum FM-heiti

Kvinnurnar hjá Kyndli og H71 vunnu fyrstu hálvfinalurnar, sum vórðu spældar skírisdag. Harvið hava hesi fyrimunin undan dystunum í kvøld.

[object Object]Skíggjamynd: HSF

Sí eisini: (Myndir) H71 vann fyrstu hálvfinaluna eftir brotskastkapping

Í Vestmanna var so tætt í fyrstu hálvfinaluni, at neyðugt varð við longdari leiktíð og brotskøstum. Har var bert eitt skot á muni millum H71 og VÍF, og tískil er eisini lagt upp til spennandi uppgerð í Hoyvík í kvøld, har vestmannakvinnur skulu vinna fyri at verðveita finalumøguleikan.

Tað sama er galdandi fyri Neistan, sum tapti fyri teimum í grønum skírisdag. Turið Arge Samuelsen er aftur hjá Kyndli, men FM-favorittarnir geva grannunum ymisk sløg av høvuðbrýggi. Neistin saknar skøddu Bjørk Franksdóttir Joensen.

Til ber at fylgja gongdini í dystunum í kvøld á portal.folive.hsf.fo stroymir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder