Annað

Finaluliðini skulu finnast í dag

Hálvfinaludagurin hjá flogbóltinum í Klaksvík byrjar klokkan 13 við fyrru hálvfinaluni hjá kvinnum, og seinasta hálvfinalan byrjar kl. 19. Allir dystirnir kunnu síggjast í Televarpinum.

Menninir hjá Mjølni vunnu steypakappingina og greipuna í fjør, og teir eru í kvøld stórfavorittar at spæla seg í finaluna aftur, tá Fleyr vitjar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Menninir hjá Mjølni vunnu steypakappingina og greipuna í fjør, og teir eru í kvøld stórfavorittar at spæla seg í finaluna aftur, tá Fleyr vitjar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-10 09:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant er stórur hálvfinaludagur í Klaksvík, har øll finaluliðini í styepakappingini skulu finnast. Fyrsti bólturin verður servaður klokkkan 13, og tað verður flogbóltur í Badmintonhøllini í øllum førum eini sjey tímar.

Eitt veruligt heimalið er í fyrsta dystinum, men oddaliðið í landskappingini er favorittur at vinna á Mjølni, sum eisini manglar skøddu Sirið H. Samson. Sum FBF tó skrivar, so hevur Dráttur júst tapt sín fyrsta dyst í landskappingini, og Mjølnir, ið eisini hevur heimavallarfyrimunin, hevur vunnið fimm dystir á rað.

Í hinari hálvfinaluni hjá kvinnunum bresta finaluliðini í fjør saman. SÍ vann steypið í 2023 og 3-2, tá liðini hittust seinast, og lagt er upp til eina ógvuliga tætta hálvfinalu, har Fleyr-liðið hevur fleiri royndir og júst hevur bast besta liðnum í landskappingini, Drátti. Hendan hálvfinalan stendur at byrja klokkan 17.

[object Object]
SÍ vann steypafinaluna hjá kvinnum í fjør á Fleyr - í dag hittast liðini í hálvfinaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjá monnum er tað fyrra hálvfinalan (kl.15), sum á pappírinum sær meira spennandi út. Har bresta sørvingar og fuglfirðingar saman. Higartil í ár hava liðini vunnið ein innanhýsis dyst hvør - báðir eru endaðir 3-2. Hjá ÍF kann tað gera stóran mun, um skaðardarvaði serbin Vukasin Nedeljkovic fær spælt á kantinum aftur.

SÍ er liðið, sum er tættast Mjølni í landskappingini. Liðið í Klaksvík er verandi greipuvinnari og stórfavorittur at koma í steypafinaluna fyri sættu ferð á rað. Mjølnir hevur nógvar sterkar spælarar, stóð seg væl í Evropa í heyst og er greitt oddalið í landskappingini. Fleyr, ið tapt 3-0 fyri teimum í Havn fyrr í vikuni, skal gera nógv fyri at skaka Mjølnir í Klaksvík í kvøld.

Til ber at lesa meira um dystirnar HER

Skrárin:
Kvinnur:
kl. 13.00: Dráttur - Mjølnir 
kl. 17.00: SÍ - Fleyr

Menn:
kl. 15.00: SÍ 
- ÍF
kl. 19.00:  Mjølnir - Fleyr

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum og á tv.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder