2019-10-25 11:22
            
        
         
                
                        
Í summar skifti Finnur Justinussen til FC Roskilde, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Tað gjørdist bert til fimm dystir í Roskilde, har gøtumaðurin tilsamans leikti 138 minuttir. Finnur kom ikki á máltalvuna, eins og hann so ofta hevur gjørt í næstbestu donsku deildini, serliga fyri Næstved, og eins og hann so sera ofta hevur gjørt fyri Víking. 
Roskilde boðar frá, at partarnir skiltust í sátt og semju.
30-ára gamli áleyparin skal nú finna sær eitt nýtt felag. Hann býr í løtuni Keypamnnahavn saman við familjuni og hevur spælt fyri Fremad Amager, Næstved og ÍF Føroyar seinastu trý árini. 
.jpg) 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald