Fótbóltur

Fjepparadystur á Malta í annaðkvøld

Føroysku fjeppararnir skulu eitt stórt samdøgur áðrenn føroyska liðið, í eldin í dysti sum hevur vælgerandi endamál.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-18 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru áleið 180 føroyskir áskoðarir, sum verða til Nations League-dystin á Ta Qali leikvøllinum á Malta týskvøldið. Teir flestu komu til landið fríggjadagin, og í annaðkvøld skulu summir av teimum í gaggurnar.

Maltesiski fjepparabólkurin, South End Core (S.E.C), hevur bjóðað Skansanum av til ein dyst. Samskiparin hjá FSF, Andrass Thomsen, sigur at undirtøkan er góð; yvir 20 føroyskir fjepparar hava melda seg til serstaka dystin.

Dysturin hevur eisini eitt størri endamál enn hyggefótbólt og tjóðskaparligu æruna hjá fjepparabólkunum. Talan er um vælgerandi endamál, har peningurin sum kemur inn fer til 6 ára gamla Kane, ið líður av krabbameini. Familjan hevur ikki ráð til viðgerð, og maltesiska fótbóltbóltssamfelagið ger átøk fyrk at hjálpa Kane, ið er fjeppari hjá lokala felagnum Floriana, umframt maltesiska landsliðnum.

Dysturin byrjar klokkan 20.00 lokala tíð, og verður leiktur á Luxol leikvøllinum, ið liggur tætt við gistingarhúsið, har føroysku fjeppararnir búgva. Tað kostar ikki at koma inn, men til ber at geva pening til Kane, ið føroyingar harvið eru við til at hjálpa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder