
Dystarskráin hjá føroysku liðunum er tøtt í løtuni, og í annaðkvøld hava átta feløg stórdystir á skránni. Steypakappingin verður tikin uppaftur, og tað eru fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni.
Størsti spenningurin er um dystin í Gundadali. B36 og HB bresta saman - vinnarin av hesum dystinum verður stórfavorittur at vinna steypakappingina 2023.
Fleiri onnur lið síggja nú sín møguleika í kappingini um Løgmanssteypið. Greitt er at annað finaluplássið fer til lið, sum ikki hevur verið í topp-fýra í Betrideildini seinastu árini.
EB/Streymur og B68 taka ímóti liðum úr fyrstu deild - spurningurin er so hvussu skarpan gang Skála og NSÍ kunnu geva, og um tey møguliga kunnu taka Betrideildarlið á bóli.
07 Vestur vitjar á Argjum. Hetta er einasti dysturin, sum byrjar klokkan 17. Hinir tríggir byrjar klokkan.
Skráin í morgin - Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald