placeholder
Fótbóltur

Fleiri enn 2000 atgongumerki seld til Malta dystin

Nú eru færri enn 1500 atongongumerki eftir til landsdystin 7. september.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-28 21:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Atgonumerkjasølan til fyrsta dystin í UEFA Nations League, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. september, tá maltesar koma á vitjan, gongur væl. Longu nú eru yvir 2.000 atgongumerki seld.

Meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, er pláss fyri 3.500 áskoðarum kring vøllin, og fyrrapartin týsdagin vóru yvir 2.000 atgongumerki seld til dystin móti Malta, boðar Fótbóltssambandið frá.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hópin til dystirnar móti Malta og Kosovo. Tríggjar dagar eftir dysin móti Malta, spælir føroyska liðið á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder