Annað

Fleiri enn 2000 næmingar hittast til Skúlaleikir í Gundadali

Hesa vikuna verður skipað fyri Skúlaleikum fyri fimtu ferð.

(Mynd: Ítróttasamband Føroya)

(Mynd: Ítróttasamband Føroya)

2026-03-16 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna eru Skúlaleikir á skránni í Gundadali.

Hetta er fimtu ferð, at leikirnir eru á skrá, og aftur í ár er luttøkan methøg.

Fleiri enn 2000 næmingar - 93 skúlaflokkar býtt út á fleiri enn 300 lið - fara nevniliga í døgunum frá 17. til 19. mars at hittast tvørtur um bygd og bý til felagsskap og rørlsugleði.

Dagarnir byrja kl. 9.30 í Høllini á Hálsi og enda kl. 14.00.

Í ár hava fyriskiparar valt at savna heilar árgangir, soleiðis at næmingar frá Fossanesi hitta næmingar frá Sørvági og Sandi. Tað verða tí fleiri enn 650 næmingar savnað í Høllini á Hálsi í senn hesar tríggjar dagarnar.

Heili 12 ítróttagreinar eru klárar at taka væl ímóti næmingum úr 4. flokki, 5. flokki og 6. flokki hesar dagarnar.

Dagarnir byrja við felags upphiting og undirhaldi, sum samansjóvar tey tvørtur um skúlaflokkar. Síðani sleppa tey at savna stig og vinir til teirra floksplakatir, og til endaløtuna kl. 13.30 finna vit ársins Skúlaleikaflokkar.

Næmingar úr 4. flokkum hittast týsdagin 17. mars, tá flogbóltur, borðtennis, frælsur ítróttur og hondbóltur eru á skrá.

Næmingar 5. flokkum hittast mikudag 18. mars, tá badminton, inniróður, tennis og fimleikur eru á skrá.

Næmingar úr 6. flokkum hittast hósdag 19. mars, tá rørslumegi, kurvabóltur, fótbóltur og bogaskjóting eru á skrá.

Tað er Betri, sum er høvuðsstuðl saman við Nordeagrunninum, og samstarvspartarnir eru Barna- og útbúgvingarmaálráðið, Kommunufelagið, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder