Hondbóltur

Fleiri skinu í fyrstu dystunum eftir landsliðssteðgin

Pernille Brandenborg varð toppskjútti hjá Storhamar við sjey málum, Jana Mittún var beinleiðs við í tólv málum móti NFH, og Marita Mortensen spældi eisini væl í tapi.

Pernille Brandenborg staðfesti eftir dystin, at tað var umráðandi at byrja á hendan hátt eftir landsliðssteðgin - liðið er nú á 3. plássi. Leygardagin spældi Storhamar móti franska stórfelagnum Metz í Champions (Mynd: topphandball.no)

Pernille Brandenborg staðfesti eftir dystin, at tað var umráðandi at byrja á hendan hátt eftir landsliðssteðgin - liðið er nú á 3. plássi. Leygardagin spældi Storhamar móti franska stórfelagnum Metz í Champions (Mynd: topphandball.no)

2025-10-23 18:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri av føroysku landsliðsspælarunum hava spælt sínar fyrstu dystir í feløgum sínum eftir landsdystirnar í síðstu viku.

Landsliðsliðskiparin Pernille Brandenborg, sum spældi sín landsdyst nummar 50 leygarkvøldið, gjørdist toppskjútti við sjey málum í stórum Storhamar sigri í gjár. Tað endaði 32-17 móti Romerike Ravens í 6. umfari í fremstu norsku deildini. Pernille Brandenborg staðfesti eftir dystin, at tað var umráðandi at byrja á hendan hátt eftir landsliðssteðgin - liðið er nú á 3. plássi. Leygardagin spældi Storhamar móti franska stórfelagnum Metz í Champions

Viborg hevði ein fínan 1. hálvleik í Nykøbing Falster, men 2. hálvleikur var als ikki nóg góður, og tiskil vann NFH stórt í fremstu donsku deildini. Jana Mittún hevði tó samanlagt aftur ein góðan dyst við millum annað átta uppleggum. Hoyvíkskvinnan hevur triðflest í deildini við 31 fyri 7 dystir. Jana skoraði eisini fýra mál og var beinleiðis við í yvir helminigunum av málunum hjá Viborg. Hon brendi trý og gjørdi tríggjar tekniskar villur í 35-22 tapinum.

Sí eisini: Jana Mittún besti spælskiparin í Evropa fyrstu umførini

Marita Mortensen og HØJ taptu eisini í hesum umfarinum.. Hetta var móti HH Elite, ið spældi uttan skøddu Mariu Pálsdóttir Nólsoy. Tað er óvist, hvussu leingi spælskiparin er úti, eftir at hon beklaði í landsdystinum leygarkvøldið - HM nærkast av álvara. Marita gjørdi tó sítt fyri HØJ: Bakspælarin skoraði trý mál (uppá trý skot), legði upp til tvey mál og vann eitt brotskast.

Rakul Wardum og Ringkøbing taptu sum væntað fyri Esbjerg. Tað var ikki so stórur munur fyri steðgin, men í 2. hálvleiki fór Esbjerg av álvara frá og vann 41-26. Føroyski landsliðsmálverjin er skrásett fyri fýra bjargingar uppá 15 skot ta løtuna, hon var inni.

Høvuðsvenjarin á føroyska kvinnulandsliðnum er hjálparvenjari hjá Ikast, sum kappast í oddinum í Kvindeligaen. Ikast vann í gjár 31-27 á útivølli móti Silkeborg-Voel.

Sí støðuna her

Sí eisini: Eftir fínu EM-byrjanina: Skulu bara hugsavna seg um HM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder